Skriva út

Lestrarskrivstovan

Lestrarskrivstovan (LSS) veitir kunning, stuðul og hjálp til komandi, verandi og farandi lesandi á Setrinum.

Lestrarskrivstovan hevur ábyrgd av árligu upptøkuni, tá lesandi søkja inn á Setrið. Eisini skipar Lestrarskrivstovan fyri innleiðsluvikuni og –veitsluni í samband við lestrarbyrjan. Harumframt eru fleiri aðrar uppgávur, ið Lestrarskrivstovan tekur sær av, eitt nú at gera hagtøl um lesandi, trivnaðarkanningar og eftirmeting. Eisini ber til hjá lesandi, ið lesa á útbúgivngarstovnum uttanlands, at søkja um at taka próvtøkur sínar á Lestrarskrivstovuni, t.d. tá tey eru heima í jóla- ella summarfrí.

Lesandi á Setrinum kunnu eisini venda sær til Lestrarskrivstovuna fyri at fáa skjalprógv til t.d. próvtalayvirlit og lestrarváttanir til t.d. Sveiggj-ferðaseðlar og Finsen.

Lestrarskrivstovan er partur av miðfyrisitingini á Setrinum, og samstarvar við allar eindir á Setrinum til tess at tryggja greiðar mannagongdir fyri bæði lesandi og starvsfólki.

Lestrarskrivstovan arbeiðir í tøttum samstarvi við Altjóða Skrivstovuna (ASK), sum vegleiðir lesandi, sum skulu uttanlands at lesa - t.d. sum skiftislesandi - ella í starvslæru. Les meira um Altjóða Skrivstovuna HER.

Á Lestrarskrivstovuni starvast fýra fólk: ein samskipari, eitt skrivstovufólk, umframt tveir studentahjálparar.

Adressa
Frælsið 20, Lon 1
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
LSS@setur.fo

Avgreiðsla:
Mánadag: Stongt

Týsdag: kl. 10-14

Mikudag: kl, 10-14

Hósdag: kl. 10-15

Fríggjadag: kl. 10-12

Opið er eisini eftir nærri avtalu.

-

Telefonavgreiðsla:
Mánadag – hósdag frá kl. 10-14 og fríggjadag frá kl. 10-12.

-

Tað ber altíð til at skriva til LSS@setur.fo.