Lestrarvegleiðingin

á Føroyamálsdeildini

Hjá lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í sambandi við lesturin.

Eingin fastur lestrarvegleiðari er á Føroyamálsdeildini í løtuni, men er tørvur á lestrarvegleiðing, er møguligt at senda t-post til FMD-studvegl(at)setur.fo, sum verður móttikin av fólki, ið taka sær av at finna hóskandi hjálp og stuðul.