Paulina Poulsen, lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildini.

Lestrarvegleiðingin

á Námsvísindadeildini

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í samband við lesturin. Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við: lestrarhegni, uppmøting, uppgávuskriving, farloyvi, linjulestraval, góðskriving av lestrartíð, møguleikar fyri linjulestri og starvslæru uttanlanda, víðari lestur o.a.

Ætlar tú at søkja um góðskriving av pørtum av lestrinum, skal umsóknin sendast til lestrarvegleiðingina.

Vegleiðingin fer fram í trúnaði.

Lestrarvegleiðarin er at hitta:

Í stovu 53 á høvuðsgongini á Námsvísindadeildini.

Viðtalutíð:

Lestrarvegleiðingin er vanliga opin hesar tíðir
týsdag  til hósdag kl. 9:00 – 14:00

Til ber eisini at senda teldupost til lestrarvegleiðaran Paulina Poulsen á

paulinap(at)setur.fo ella nad-lestrarvegl(at)setur.fo ella ringja á tlf. 299414

Gev gætur:

Lestrarvegleiðarin er í farloyvi til 1. mai 2017. Ímeðan lestrarvegleiðarin er í farloyvi, røkir Poul F. Guttesen røkir lestrarvegleiðarauppgávuna á NÁD. Telefonnummarið hjá honum er 299 425. Í hesum tíðarskeiðinum er lestrarvegleiðingin opin hesar tíðir:

Mána-, týs- og mikumorgun, kl. 8:00 - 11:00