Johild Dulavík er lestrarvegleiðari á Sjúkrarøktarfrøðideildini.

Lestrarvegleiðingin

á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina. Lestrarvegleiðari er Johild Dulavík.

Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við:

    • lestrarteknikk og vanar
    • lestrarmøði
    • kliniska undirvísing úti í heim
    • farloyvi, lestrarskift, flyting ímillum skúlar, møguligan lestrarsteðg
    • barnsburð
    • klagur í sambandi við próvtøkur  og annað
    • sjúkur
    • eftir- og víðari útbúgvingar
    • útbúgvingarstuðul
    • samrøðu tá próvtøkan verður mett ikki staðin

    Lestrarvegleiðingin fer fram í trúnað.

    Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina.

      Lestrarvegleiðarin er at hitta í:

      Jónas Broncks gøtu 25, 3. hædd 

      Viðtalutíð:

      Lestrarvegleiðingin er opin:
      týsdag og hósdag frá kl 09.00 – 15.00

      Samband

      Telefon: 29 22 65
      t-postur: johildd[at]setur.fo