Kunning og samskifti

Bæði inneftir og úteftir

Lestrarskrivstovan skal virka sum ein savnandi depil á Setrinum, ið samskipar samskiftið og kunningina innanhýsis, umframt kunningina um og marknaðarføringina av Setrinum sum heild úteftir. Lestrarskrivstovan miðlar sostatt kunning um útbúgvingar og gransking Setursins bæði úteftir og inneftir.

Ætlanin er, at Lestrarskrivstovan eisini skal vera opin fyri komandi og verandi lesandi á Setrinum, sum ynskja kunning um, hvar tey kunnu fáa vegleiðing og hjálp til sín lestur. Umframt hetta, skal Lestrarskrivstovan vera tænastudepil fyri granskarar, gestalærarar og fólk annars, sum ynskja kunning um Setrið o.o. viðkomandi viðurskifti.

Gjøgnum heimasíðu og aðrar miðlar strembar Lestrarskrivstovan eftir at gera umheimin (tvs. politiska myndugleikan, vinnuna  og almenningin) og útheimin meira tilvitandi um vitanina og førleikarnar, sum eru á Setrinum, soleiðis at Setrið kann gerast ein týdningarmikil og aktivur partur av samfelagsmenningini og av altjóða samstarvi.

Við at gera Setrið meira sjónligt, kann Setrið í størri mun vera tikið við uppá ráð og vera við til at menna og loysa týðandi uppgávur í vinnulívinum, mentanarlívinum og samfelagnum annars, umframt gerast ein týðandi altjóða samstarvspartur.