Skriva út

Samskipan av lestrarvegleiðingini á Setrinum

Ein góð tænasta til lesandi

Lestrarskrivstovan samskipar vegleiðingina á Setrinum sum heild. Lestrarskrivstovan skal sum sentral eind samskipa og virka sum stuðul hjá desentralu vegleiðarunum úti á deildunum.

Lestrarskrivstovan er opin fyri komandi og verandi lesandi á Setrinum, sum ynskja vegleiðing um, hvar tey kunnu fáa nærri vegleiðing og hjálp til sín lestur. Hetta kann t.d. vera kunning um skeiðsútboð, upptøkukrøv, lestrarætlanir, verkstovur og førleikamennandi skeið, akademiskt arbeiði, lestrarførleikar og stuðul til tey, sum ynskja persónliga vegleiðing bæði viðv. spurningum viðkomandi fyri teirra lesnað ella viðv. spurningum av meira privatum slag, sum hava árin á teirra lesnað. Harumframt skal Lestrarskrivstovan vera tænastudepil fyri granskarar, gestalærarar og fólk annars, sum hava tørv á vegleiðing um viðkomandi viðurskifti.

Yvirskipaða endamálið við vegleiðaratænastuni er at fáa øll tey lesandi til at kenna seg so vælkomin á Setrinum sum gjørligt, og at fyrireika og førleikamenna tey best møguligt til at lesa á Setrinum, soleiðis at so nógv sum gjørligt fullføra teirra akademisku útbúgving.

Í einum alsamt meira fløktum og samansettum heimi, har krøvini til tann einstaka tykjast alsamt at vaksa, veksur tørvurin eisini á hollari vegleiðing og stuðli. Tí er ynskiligt at vegleiðaratænastan á Setrinum fylgir menningini og verður røkt av dugnaligum, professionellum vegleiðarum, sum hava fingið sær serkunnleika á vegleiðaraøkinum.

Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna, sum kann vísa tær til lestrarvegleiðararnar, har tú kanst bíleggja eina tíð.

Les meira um vegleiðarnar - og hvørji tey eru HER.