Skriva út

Uppgávur hjá Lestrarskrivstovuni

Í høvuðsheitum

Uppgávurnar, ið Lestrarskrivstovan hevur sum endamál at røkja, eru býttar í niðanfyristandandi høvuðsøki:

  • At samstarva við aðrar deildir á Setrinum um fyrisiting av økjum, sum hava beinleiðis við viðurskifti hjá umsøkjarum og lesandi at gera, og at menna fyrisitingarligu mannagongdirnar á hesum økjum fyri at gera tær smidligari.
  • At samskipa vegleiðingina á Setrinum og menna ymisk amboð og tænastur, sum tryggja, at brúkarar Setursins fáa hóskandi hjálp og kunning um viðkomandi lestrarviðurskifti.
  • At reka heimasíðu og intranetið Innanseturs hjá Fróðskaparsetrið Føroya.
  • At marknaðarføra og kunna um útbúgvingar og gransking á Setrinum.
  • At kunna og vegleiða um møguleikar fyri lestri heima og uttanlands (her undir skiftislestri) og um stuðulsmøguleikar til tess.
  • At veita viðkomandi ráðgeving og stuðul til ovastu leiðsluna og onnur á Setrinum – her undir um altjóða útbúgvingarpolitikk, góðskutryggingaramboð og mannagongdir, at savna inn hagtøl og gera kanningar, umframt loysa ymiskar samskiftis- og umsitingaruppgávur, sum hava við lesandi at gera.
  • At reka tænastudepil fyri granskarar (EURAXESS)