Námsvísindadeildin
Meginuppgávan hjá Námsvísindadeildini er at skipa útbúgving innan námsfrøðiliga økið. Meginøkið er lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar. Umframt undirvísing skal deildin fremja og menna gransking innan námsfrøði og undirvísingarfrøði og skipa fyri eftirútbúgvingum.
Læraraútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum í 1870 og fyrstu námsfrøðingarnir fingu prógv á Føroya Læraraskúla í 1990.
Tá ið Føroya Læraraskúli gjørdist partur av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, vórðu útbúgvingarnar innan námsfrøði og undirvísingarfrøði broyttar til fýra ára langar B.Ed. útbúgvingar sum tilsamans telja 240 ECTS
Umframt at útbúgva lærarar og námsfrøðingar bjóðar Námsvísindadeildin út linjugreinalestur til fólkaskúlalærarar (40 ECTS) og námsfrøðingar (30 ECTS) og onnur stakskeið.
Námsvísindadeildin bjóðar eisini út serstakar útbúgvingar innan námsfrøðiliga økið. Ein teirra er Ískoytisútbúgvingin, sum er uppstigan til bachelor fyri lærarar og námsfrøðingar, ið hava lokið prógv eftir lógum eldri enn 2008. Talan er um eina 1 ára langa útbúgving, ið tilsamans telur 30 ECTS.
Síðani 2018 hevur Námsvísindadeildin skipað fyri Námsfrøðiligari útbúgving (pedagogikum) fyri lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum. Talan er um eina 1 ára langa diplomútbúgving, sum til samans telur 60 ECTS.
Námsvísindadeildin hevur síðani 2018 skipað fyri innanhýsis skeiði í Setursnámsfrøði, ið er námsfrøðilig útbúgving fyri undirvísarar Setursins. Skeiðið í Setursnámsfrøði fevnir um eitt hálvt ár og telur tilsamans 10 ECTS.
Síðani 2021 hevur Námsvísindadeildin í samstarvi við Føroyamálsdeildina og Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum verið partur av útbúgvingunum Føroyskt sum annaðmál og Master í leiðslu.
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...