Skriva út

Náttúruvísindadeildin

Á Náttúruvísindadeildini verður granskað og undirvíst í náttúruvísindum, tøkni og støddfrøði. Útbúgvingartilboðini eru til bachelor innan kunningartøkni, orku og lívfrøði og til hjánám í støddfrøði. Arbeitt verður við at menna masterútbúgvingar oman á bachelorútbúgvingarnar.

Í fyrstu atløgu er talan um masterútbúgvingar innan kunningartøkni og lívfrøði. Dentur verður lagdur á útbúgvingartilboð og granskingarøki, ið m.a. kunnu gagna bæði privata og almenna geiranum. Framburðir í nútíðarsamfelagnum byggja í stóran mun á gransking og hægri útbúgvingar í náttúruvísindum og tøkni.