Skeið fyri próvdómarar

Dagfesting: Mikudagin 10.oktober 2018, kl 9.00 – 16.00

Staðseting: Sjóvinnuhúsið. Vestara bryggja 15. Tórshavn

Undirvísari: Annemi Lund Joensen

Endamál: Endamálið við skeiðnum er at:

  • geva próvdómarum vitan um og førleikar til at meta avrikið hjá lesandi objektivt og eftirfarandi
  • tryggja rættartrygdina hjá lesandi fyri rættvísari og eins próvdøming
  • geva próvdómarum innlit í teirra rættindi sum próvdómarar

Innihald: Skeiðið inniheldur upplýsingar, sum próvdómarir skulu hava innlit í, áðrenn skrivligar og munnligar próvhoyringar, herundir:

  • rættindi og skyldur hjá tilnevndum próvdómarum.
  • próvtøka – meting og handfaring av metingarstøði
  • próvtøkusvik
  • klagur og kærir
  • løgfrøðiligt grundarlag:
  • kunngerð um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
  • kunngerð um próvtalstigan og próvtalsgeving
  • skilgreinan av hugtøkum knýtt at próvdøming.

Luttakarir: Skeiðið er fyrst og fremst ætlað tilnevndum próvdómarum. Onnur, sum umhugsað at vera tilnevnd, fyriuttan tey sum í sínum dagliga arbeiði próvdøma og próvhoyra, eru tó eisini vælkomin at luttaka.

Kostnaður: Ókeypis. Høvi er at keypa miðmála í kantinuni í Sjóvinnuhúsinum.

Tilmeldan: Síðsta freist at melda til skeiðið er; 5.oktober kl. 15. Tilmeldingin skal sendast til; SylviaZ(at)setur.fo