Søgu og samfelagsdeildin

Søga, samfelag, búskapur og løgfrøði

Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
ssd(at)setur.fo

Avgreiðsla:

Mánadag-hósdag
kl. 09.00-15.00
Fríggjadag
kl. 09.00-14.30

Avgreiðsla fyri lesandi:

Mánadag og fríggjadag
kl. 09.00-14.00
Týsdag og hósdag
kl. 09.00-12.30
Mikudag stongt  

Um deildina

Á Søgu- og samfelagsdeildini verður granskað og undirvíst í ymiskum søguligum og samfelagsligum viðurskiftum. Granskingin er grundstøðið undir undirvísingini. Søgu- og samfelagsdeildin miðar eftir at fremja granskingargrundaða undirvísing á altjóða stigi. Granskingin á deildini verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og háttaløgum sum søgu- og samfelagsgransking yvirhøvur, men støði verður í størri mun tikið í føroyskum viðurskiftum. Undirvísingin á deildini tekur tí í stóran mun støði í tilfari og dømum, sum eisini eru viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið.

Fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum á Søgu- og samfelagsdeildini, bæði á BA og MA stigi:

Til ber at taka trý ára bachelornám í søgu, sosialvísindi og samfelagsplanlegging, í politikki og umsiting ella í búskaparfrøði.

Lesandi, sum hava staðið samfelagsvísindaligt bachelornám, hava eisini møguleika fyri at taka tvey ára masternám í søgu, í sosialvísindi og samfelagsplanlegging, í politikki og umsiting, í løgfrøði ella í West Nordic Studies.

Tað ber eisini til at taka samansett masternám, har t.d. søga kann vera annaðhvørt høvuðs- ella hjánám saman við aðrari lærugrein sum hjá- ella høvuðsnámi, ið gevur fakligan førleika til at undirvísa í tveimum lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Eftir serligum treytum ber eisini til at taka ph.d. nám á Søgu- og samfelagsdeildini.