Uppgáva ráðsins

Fylgja landsins búskaparviðurskiftum

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá setursráðnum á Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.

Tað fyrsta ráðið fór til verka tann 1. januar 1997.

Grundstøðið

Løgtingslóg um Búskaparráð