Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar

Setrið kann, eftir umsókn og fakligari meting, játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað

  1. Longu loknir partar av aðrari útbúgving á sama fakliga stigi, sum kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
  2. Undangóðkenning í sambandi við lestrarvist: Partar/skeið/eindir, sum lesandi taka á útlendskari útbúgving á sama fakliga stigi, sum kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað

Lestrarráðið tekur avgerð um allar góðskrivingar eftir tilmæli frá viðkomandi útbúgvingarleiðara.

Har námspartar longu eru loknir á øðrum lærustovni, kunnu teir verða góðskrivaðir í tann mun hesir samsvara innihaldsliga og eru á minst sama fakliga stigi sum teir partar av útbúgvingini, ið søkt verður um góðskriving fyri. Útbúgvingarleiðarin metur um í hvørjum einstøkum føri, hvussu nógv kann góðskrivast.

Umsókn

Umsóknin skal latast deildarskrivstovuni á SFD, Jónas Broncks gøta 25, 3. Hædd, FO-100 Tórshavn, sfd(at)setur.fo , sum journaliserar málið og letur tað til víðari avgreiðslu hjá viðkomandi útbúgvingarleiðara, sum ger tilmæli at leggja fyri lestrarráð til endaliga støðutakan.

Mannagongdir í samband við at fyrireika umsóknir um góðskriving til lestrarráðið

Tann lesandi hevur ábyrgd av, at umsóknin um góðskriving er fullfíggjað og lýkur krøvini í hesum oyðiblaði. Útbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av, at góðskrivingarmannagongdir verða fylgdar. Vanta upplýsingar, vísir lestrarráðið umsóknina aftur til útbúgvingarleiðaran.

Tak niður umsóknarblað til umsókn um góðskriving