Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar

Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum. 

Hvat kann verða góðskrivað

  1. Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.

  2. Lesandi, sum longu hava lokið námspartar á øðrum lærustovni kunnu søkja um at fáa teir góðskriva í staðin fyri partur av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskriv¬aður til.

  3. Undangóðkenning í sambandi við lestrarvist : Námspartar/skeið, sum lesandi ætla at taka á aðrari útlend¬skari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskriv¬aður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað
Lestrarráðið tekur avgerð um allar góðskrivingar eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðaran. 

  • Í sambandi við lestrarvist í bachelornámum í søgu og samfelagsfrøði, kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað. 

  • Í hjánámi kunnu 30 ECTS verða góðskrivað.

  • Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Setrinum. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.

  • Har námspartar longu eru loknir á øðrum lærustovni kunnu teir verða góðskrivaðir (yvirførðslu av merit) í tann mun tað samsvarar innihaldsliga og er á sama stigi sum teir partar av útbúgvingini tey søkja um góðskriving til.  Útbúgvingarleiðarin metur um í hvørjum einstøkum føri, hvussu nógv kann góðskrivast. 

  • Góðskriving verður ikki latið fyri prógv, sum verða mett at vera ov gomul og har innihaldið í náminum er ótíðarhóskandi. Útbúgvingarleiðarin metir um prógvini í hvørjum einstakum føri.

  • Útbúgvingarleiðarin kann í ítøkiligum málum gera tilmæli til lestrarráðið um frávik fyri hvussu nógv kann verða góðskrivað. Í tílíkum førum skal dekanurin góðkenna tilmæli frá útbúgvingarleiðara áðrenn tað verður latið Lestrarráðnum.

Umsókn
Umsóknin skal latast deildarskrivaran á Søgu- og Samfelagsdeildini, sum letur tað til víðari avgreiðslu.

Mannagongdir í.s.v. at fyrireika umsóknir um góðskriving til lestrarráðið
Tann lesandi hevur ábyrgd av, at umsóknir um góðskriving eru fullfíggjaðar og lúka krøv sett í hesum oyðiblaði. Útbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av, at góðskrivingarmannagongdir verða fylgdar. Vanta upplýsingar vísir lestrarráðið umsóknina aftur til útbúgvingarleiðaran.