Búskaparráðið

Fylgir búskaparligu gongdini

Fyrsta stovnsetan av Búskaparráðnum var í 1962. Búskaparráðið varð endurstovnað í øðrum líki aftan á kreppuna í nítiárunum, í 1995. Seinasta broytingin í lógini um Búskaparráð var í 2012, tá avgerð varð tikin um, at Fróðskaparsetrið røkir skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Harumframt skal ráðið ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini. 

Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.

Løgtingslóg um Búskaparráð sæst HER.

Búskaparfrágreiðingar

Frágreiðing 2017

Frágreiðing 2016

Frágreiðing 2015

Frágreiðing 2014

Frágreiðingar 2013

Frágreiðingar 2012

Frágreiðingar 2011

Frágreiðingar 2010

Frágreiðingar 2009

Frágreiðingar 2008

Frágreiðingar 2007

Frágreiðingar 2006

Frágreiðingar 2005

Frágreiðingar 2004

Frágreiðingar 2003

Frágreiðingar 2002

Frágreiðingar 2001

Frágreiðingar 2000

Frágreiðingar 1999

Frágreiðingar 1998