Jobmatch

Fyri tey, sum søkja starv í Føroyum

Jobmatch 2016

Endamálið við Jobmatch er at gera tað lættari hjá útisetum, lesandi og fólki, sum søkja starv í Føroyum, umframt føroyskum fyritøkum og stovnum at koma í samband við hvønn annan.

Á stevnuni fáa útisetar, lesandi og starvssøkjandi annars sostatt eitt yvirlit yvir teir møguleikar, tað føroyska vinnulívið og arbeiðsmarknaðurin sum heild hava at bjóða.

Hetta førir væntandi við sær, at okkara vitanartilfeingi heldur tað vera áhugavert at virka og búgva í Føroyum, og hervið at vera við til at skapa framhaldandi vøkstur og menning í føroyska samfelagnum.

Ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at ‘matcha’ tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava, við tann førleika útisetarnir, lesandi og starvssøkjandi hava.

Hugskotið er tískil at skipa fyri eini starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møguleika at marknaðarføra seg yvirfyri teimum, sum ynskja at fáa starv í Føroyum.

Tað eru Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Altjóða Skrivstovan á Setrinum og MFS sum fyriskipa Jobmatch.

Vitja heimasíðuna hjá JobMatch