Ritgerðar- og savningarkappingar

Fáa til vega og varðveita føroyska mentan

Fróðskaparsetrið hevði í nógv ár eitt tiltak, sum varð kallað ritgerðar- og savningarkappingar. Endamálið var at fáa til vega og varðveita so nógv sum til ber av føroyskari mentan.

Síðan 1970 eru 28 kappingar útskrivaðar, og í alt eru 148 handrit innkomin. Umframt virðislønir eru latnar sømdargávur, sum í høvuðsheitum hava verið bøkur. Eyðkent fyri ritgerðarkappingarnar hjá Fróðskaparsetrinum er tað upprunaføroyska og siðsøguliga sjónarhornið.

Áhugin fyri ritgerða- og savningarkappingunum hevur verið minkandi, og tí er fyribils avgjørt ikki at skriva út nýggjar kappingar. Hevur onkur eitt hugskot til kapping, taka vit sjálvsagt fegin ímóti.

Higartil hava ritgerðarevnini verið hesi -­ talið uttast til høgru er tal á innsendum ritgerðum:
 1.  Fiskaarbeiði í slupptíðini (1970/71) 5
 2.  Føroyski klædnabúnin (1971/72) 1
 3.  Føroyskur matur og matgerð (1972/73) 14
 4.  Luft og skýggj (1973/74) 2
 5.  Barnaspøl (1974/75) 14
 6.  Veðurmerki (1975/76) 9
 7.  Føroyska kvinnan og lívskor hennara (1976/77/78) 2
 8.  Streymviðurskifti í Føroyum (1976-78) 1
 9.  Føroyskir kirkjusiðir (1978/79) 12
10. Føroyar og heimsbardagarnir (1979/80) 10
11. Føroyski bygdaskúlin til 1950 (1980/81) 15
12. Um torvarbeiði (1981/82) 17
13. Endurminningar (1982/83) 3
14. Ungmannafeløg í Føroyum (1983/84) 2
15. Táttayrking (1984/85) 3
16. Yvirnátúrligt (1985/86) 2
17. Varðagøturnar (1989/90) 7
18. Sjónleikur í Føroyum í eitt mannaminni (1990/91) 1
19. Trolarar og trolfiskiskapur (1991/92) 1
20. Seyðarøktin summar og vetur (1991/92) 3
21. Nótakast (1992/93) 5
22. Fiskarnir og nøvn teirra (1993/94) 0
23. Jarðir og jarðanøvn (1994/95/96) 3
24. Stórhvalaveiði (1996/97) 3
25. Tenn, tannasjúkur og tannarøkt (1997/98/99) 3
26. Gamlar bøkur (1999/2000) 4
27. Tá ið gentur og dreingir gerast vaksin (2003/2004) 3
28. Dópur og navnagáva (2004/2005) 3