Vísindavøka

Granskingarráðið skipar árliga fyri Vísindavøku

Tiltakið er partur av European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.

Endamálið við European Reserachers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Nærri kunning fæst á gransking.fo