Sjónbond

Innleiðslutiltakið SETURSSAMANSHOW 2016, har nýggj lesandi vórðu samansjóðað við eldri lesandi og starvsfólk.
Lýsing "Føroya feitasta setur" frá 2016, framleidd av Magnus Høgenni.
Ein filmur um Fróðskaparsetur Føroya frá 2016, framleiddur av Helmsdal Film.
Til ber at taka eina útbúgving bæði í Føroyum OG uttanlands. Sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Setrið viðmælir fólki at taka av hesum skiftismøguleikum. Spyr lestrarvegleiðararnar á Setrinum um møguleikarnar á tíni útbúgving. Altjóða Skrivstovan vegleiðir eisini um møguleikar og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.
Á Søgu- og samfelagssdeildini ber til at lesa bachelor í Søgu, bachelor í Politikki og umsiting, bachelor í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging og bachelor í Búskaparfrøði - umframt master í Løgfrøði og master í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management.
Á Sjúkrarøktarfrøðideildini ber til m.a. at lesa bachelor í sjúkrarøktarfrøði - 30 lesandi verða tikin inn á bachelorútbúgvingina um árið - Lestrartíðin er fýra ár og telur 240 ECTS - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc., stytt B.Sc.., í sjúkrarøktarfrøði - Útbúgvingin er staðsett á Sjúkrarøktarfrøðideildini, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn
Á Føroyamálsdeildini ber til m.a. at lesa bachelor í føroyskum - mál og bókmentir. - Umleið 25 lesandi verða tikin inn á bachelorútbúgvingina um árið - Lestrartíðin er trý ár og telur 180 ECTS - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt B.A., í føroyskum - Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbs gøta 16, Tórshavn
Á Náttúrvísindadeildini ber m.a. til at lesa tríggjar greinir av lívvísindum: Bachelor í havlívfrøði, bachelor í mýlalívvísindi og bachelor í vistfrøði. GG! Hesar tríggjar útbúgvingar verða tó ikki í boði fyrr enn í 2018. - Umleið 8 lesandi verða tikin inn á hvørja grein annahvørt ár. - Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS. - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc. - Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn
Á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya ber til at lesa B.Ed. í undirvísing (Fólkaskúlalærara) og B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði (Námsfrøðing). - Lestrartíðin er 4 ár og telur 240 ECTS - Umleið 35 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið - Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor in Education, stytt B.Ed., í undirvísing (1.- 10- flokk) - Útbúgvingin er staðsett á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, Tórshavn
Gunnhild Hansen lesur Sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.
Elsa Krosstein lesur mýlska lívfrøði (molekylærbiologi) á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.
Turid Christophersen valdi at lesa søgu á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.
Helgi Arnodsson lesur til námsfrøðing á Námsfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hann frá lestrinum og hví hann valdi at lesa á Setrinum.
Bjørg Dam hevur tikið bachelor í Føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum og hví hon valdi at lesa á Setrinum.
Rakul Beinirsdóttir Poulsen býr í Klaksvík og lesur løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Í samrøðuni, ið er gjørd úti í Grøv, greiðir hon frá sínum royndum á Setrinum og fyrimununum við at lesa løgfrøði í Føroyum, 2016.
Jónheðin Herason Tróndheim er útbúgvin bilmekanikari og tók HF-prógv. Hann arbeiddi í mong ár í fjølmiðlunum og hevur arbeitt í KT-heiminum í mong ár. Hann stovnaði familju og bygdi, men eftir tvey renningarlop uppgav hann ætlanina um eina hægri útbúgving. Fimmti ára gamli Jónheðin er íholdanin av hugtakinum 'lívslong læring': Hann tók fyrst bacehlor-útbúgving í stjórnmálafrøði á Setrinum og er nú í holt við master-útbúgvingina í løgfrøði, 2016.
Luis Pellercer úr USA sigur frá um at lesa í Føroyum sum útlendingur og um síná útbúgving á Setrinum, West Nordic Studies, 2016
Um útbúgvingina West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management, 2016
Ætlar tú tær at lesa í Stórabretlandi komandi ár? So hygg við her! Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni greiðir frá um UCAS. Sendingin varð send beinleiðis á YouTube mikudagin 23. nov. frá kl. 16.00.
Kvota 1 Danmark - Lestrarskrivstovan, Fróðskaparsetur Føroya Live Stream, 22. jun i 2016.
Kvota 1 Føroyar - Lestrarskrivstovan, Fróðskaparsetur Føroya Live Stream, 22. juni 2016.
14. juni 2016 fekk Gunnar S. Knudsen at vita, at Vodafone hevði valt hann at umboða Føroyar á "Summer Camp 2016" hjá tele-fyritøkuni Huawei í Kina. Hetta var viðmerking hansara eftir at Bárður á Steig Nielsen, stjóri á Vodafone, hevði handað honum heiðurin, 2016.
Eiler Ka-Nid Yodla-Ong Poulsen og Eva Drewsen hava bæði tikið bachelor-prógv í KT-verkfrøði á Setrinum, tey lesa bæði á IT-universitetinum í Keypmannahavn og tey arbeiða bæði á sama arbeiðsplássi. Tilknýtið til KT-vinnua fingu tey, meðan tey lósu á Setrinum. Her greiða tey frá, hví tey valdu at lesa KT-verkfrøði, og u teirra royndir higartil, 2016.
Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, sjúkrarøktarfrøðilesandi, greiðir frá síni útbúgving, 2016.
Ph.d. verjan hjá Hans Andrias Sølvará 19. februar 2016. Fyrsti partur.
Ph.d. verjan hjá Hans Andrias Sølvará 19. februar 2016. Annar partur.
Lýsing "Eg elski Setrið" frá 2012, framleidd av Sendistovuni.
Lýsing av Náttúruvísindadeildini frá 2012 framleidd av Kovboy Film