Bygnaður
Leiðsla, fyrisiting og megindeildir
Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.
Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at: "Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."
Leiðsla
Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.
Sigurd í Jákupsstovu varð settur í starv sum rektari 1. september 2011 - í fyrstu atløgu í fimm ár. Skeið hansara er longt við trimum árum, soleiðis, at hann er settur rektari fram til 31. august 2019.
Í tíðarskeiðinum 1. august 2017 til 31. juli 2020 eru niðanfyristandandi settir sum dekanar.
- Bergur D. Hansen, dekanur fyri Føroyamálsdeildina
- Hans Andrias Sølvará, dekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina
- Hans Pauli Joensen, dekanur fyri Náttúrvísindadeildina
- Magni Morh, dekaur fyri Sjúkrarøktarfrøðideildina
- Enn ikki settur, dekanur fyri Námsvísindadeildina
Deildir
Talan er um fimm deildir, umframt miðfyrisitingina:
- Føroyamálsdeildin:
Bergur D. Hansen, dekanur
Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðari í Føroyskum máli og bókmentum - Námsvísindadeildin:
Sigurð í Jákupsstovu, fyribils dekanur til mars 2018
Erla Olsen, útbúgvingarleiðari fyri Læraraútbúgvingina
Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri Námsfrøðingaútbúgvingina - Søgu- og samfelagsdeildin:
Erling Isholm, útbúgvingarleiðari í Søguvísindi
Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðari í Samfelagsvísindum
Jóannes Jakbosen, útbúgvingarleiðari í Búskaparfrøði
Erika Anne Hayfield, útbúgvingarleiðari í Masterlæru í søgu- og samfelagsvísindum
Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í Løgfrøði
Lau Ølfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari í West Nordic Studies - Náttúruvísindadeildin:
Hans Pauli Joensen, dekanur
Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði
Bárður Niclasen, útbúgvingarleiðari í Orku og umhvørvisverkfrøði
Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari í Lívfrøði - Sjúkrarøktarfrøðideildin:
Magni Mohr, dekanur
Annemi Joensen, útbúgvingarleiðari í Sjúkrarøktarfrøði
Marin Strøm, útbúgvingarleiðari í Fólkaheilsu
Ása Róin, útbúgvingarleiðari í Heilsuvisindi
Miðfyrisitingin er á Setursskrivstovuni, har Johan Ísak Suni Hansen er fyrisitingarstjóri.