Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Starvið er avloysarastarv og verður sett í eitt ár frá 1. november 2017. Starvið er fulltíðarstarv.

|   Til lesandi Sjúkrarøktarfrøðideildin

Starvsøki
Arbeiðið fevnir um undirvísing innan sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir o.a. Arbeitt verður í tøttum samstarvi, bæði í toymi, innan samlaða undirvísarahópin, við kliniska partin av útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði og við aðrar samstarvspartar. Í arbeiðinum verður tú við í menning av útbúgving og undirvísing, ið fer fram á Sjúkrarøktarfrøðideildini.

Førleikar
Fyri at verða settur í starvið skal umsøkjarin vera sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi trý ára starvsroyndum og haraftrat hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur

  • kunnleika til føroysku útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á bachelorstigi
  • royndir innan undirvísing í útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
  • góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • kunnleika til føroysk viðurskifti

Námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv, men aðrar serstakar uppgávur kunnu eisini vera partur av starvinum. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika og verða góður undirvísari. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir, royndir við undirvísing og møguligan áhuga fyri luttøku í gransking.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 25. oktober 2017.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, dekan, magnim(at)setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.