Setrið sóknast eftir mentorum til komandi lestrarár

Til lesandi á Setrinum: Hevur tú hug at hjálpa nýggjum lesandi og vera við til at tryggja, at tey trívast og eru væl fyrireikað til at ganga á Setrinum? Kundi tú hugsað tær nógvar hugnaligar og stuttligar løtur, nýggjar vinir og góðar gagnligar royndir at seta á títt CV - og enntá at fáa samsýning afturfyri? So er hetta nakað fyri teg.

Sóknast verður eftir lesandi á Setrinum, sum hava hug at vera mentorar fyri tey fyrstaárslesandi komandi lestrarár.

Sum mentorur er tað tín uppgáva:

  • at seta um tríggjar til fýra tímar av um mánaðin til mentorarbeiðið
  • at skipa fyri trivnaðartiltøkum fyri nýggj lesandi - t.d. vera við til innleiðslutúr
  • at fyrireika ymiskt fyri tey nýggju lesandi, sum verða knýtt at tær restina av lestrarárinum, t.d. skipa lesandi í lesibólkar og út frá egnum royndum og tilfari frá innleiðsluni á deildunum vísa teimum á lestrarteknik og próvtøkufyrireiking
  • at luttaka á fundum við aðrar mentorar og lestrarskrivstovuna - tvær ferðir, áðrenn tú møtir teim nýggju lesandi - og annars triðja hvønn mánaða og
  • at luttaka í felags eftirmeting av mentorskipanini

Mentorar eru settir í eitt ár. Samsýningin svarar til 40 tímar tilsamans um árið fyri sjálvt mentorarbeiði (umleið 10 tímar hvørt fjórðingsár) + eyka samsýning à 10 tímar fyri luttøku á innleiðslutúri, sum tú fyrireikar saman við Lestrarskrivstovuni. Tvs. 50 tímar alt í alt. Tímalønin svarar til 2. flokk, 1. stig eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum við Fíggjarmálaráðið (í løtuni er tímalønin 127,65 kr.)

Mentorar skipa seg við einum formanni, sum fær ábyrgdina av fundunum hjá mentorunum. Formaðurin fær samsýning svarandi til 60 tímar fyri lestrarárið.

Les meira um mentorskipanina HER.

Ljóðar hetta áhugavert, ert tú vælkomin at venda tær til Elina Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðara, á tlf. 292506 frá kl. 10.00 og 15.00 vanligar arbeiðsdagar ella skriva til lss@setur.fo. Elin kann greiða tær nærri frá mentorskipanini og skriva teg upp, um tú hevur áhuga í at gerast mentorur.