Tímalærari í samskifti og fjølmiðlum á Føroyamálsdeildini

Føroyamálsdeildin søkir eftir tímalærara til skeiðið Samskifti og fjølmiðlar, sum er kravdur partur av BA-útbúgvingini í føroyskum.

|   Føroyamálsdeildin

 Undirvísingin er tveir tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Skeiðið viðger fjølmiðlar ástøðiliga, søguliga og greinandi.

Skeiðslýsing sæst HER

Førleikar: umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi prógv frá hægri lærustovni. Við umsóknini skulu fylgja avrit av prógvum og upplýsingar um starvsroyndir. Møguligar útgávur ella dømi um skrivlig avrik kunnu eisini leggjast við.

Løn sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelagið.

Umsóknir skulu sendast til umsokn(at)setur.fo.

Umsóknarfreist er 20. mai 2018.

Nærri fæst at vita um tímalærarastarvið við at venda sær til Berg Djurhuus Hansen, dekan, teldupostadr. bergurdh(at)setur.fo , tlf. 292542