Vísindafólk til listaútbúgving

Hevur tú røttu førleikarnar, og brennir tú fyri at arbeiða við tónleiki, bókmentum og list í breiðastu merking? Hevur tú áhuga fyri spurningum um listaliga skapan, uppliving og sannkenning? Dugir tú sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis, raðfesta tær og ganga á odda fyri at fáa tær loystar?

Søkt verður eftir vísindafólki at standa fyri nýggju 2-ára útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið skal setast frá 01.09.2018 ella eftir avtalu.

Starvsøki
Starvið fevnir um gransking og undirvísing umframt umsiting. Útbúgvingin er nýggj, og uppgávan hjá vísindafólkinum verður í fyrstu syftu at leggja til rættis og skipa útbúgvingina við støði í teimum ætlanum, sum eru lagdar í fyrireikingararbeiðinum á Fróðskaparsetrinum.

Útbúgvingin er granskingargrundað og miðar móti sjálvstøðugum listaligum arbeiði innan listagreinir og tvørtur um mørk millum listagreinir. Byrjað verður við tveimum leiðum, ritlist og tónleiki. Ætlanin er við tíðini at leggja fleiri leiðir afturat.

Vísindafólkið skal saman við dekaninum á Føroyamálsdeildini seta í verk og menna útbúgvingina. Harumframt skal skipast fyri regluligum eftirmetingum av øllum pørtum av útbúgvingini og útbúgvingini sum heild. Ein uppgáva verður at tryggja, at útbúgvingin virkar sambært teimum reglum, sum eru galdandi fyri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, og fylgir ásetingunum í Bologna-tilgongdini og evropeisku leiðreglunum fyri góðskutrygging (ESG).

Førleikar
Starvið er adjunkt- ella lektarastarv. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur evni at hugsa nýtt, geva íblástur og vísa veg. Fyri at verða sett/ur í starv krevst ph.d.-útbúgving ella samsvar­andi granskingarførleiki innan viðkomandi øki. Umsøkjarar, sum hava greitt orðaða ph.d.-verkætlan, kunnu eisini søkja. Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Lektarastarv er fast vísindastarv.

Undirvísingarmálið er føroyskt.

Umsóknin 
Umsóknin skal skrivast á enskum. Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðs­royndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir ætla at menna útbúgvingina. 

Eisini skal yvirlit yvir vísindalig og/ella listalig avrik fylgja við, og dømi um avrikini skulu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um slíkar eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl verða send talgilt.

Setanargongd 
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.

Freist 
Umsóknar­freist er 15.08.2018

Umsóknir skulu sendast til umsokn(at)setur.fo

Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh(at)setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo