Skriva út

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Valt fyri fýra ár

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó eitt ár.

Uttanhýsis limirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir uttanhýsis limirnar, sum landsstýrisfólkið tilnevnir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Trýst á leinkið "Stýrislimir" til vinstru fyri at síggja, hvør situr í stýrinum.