Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti í desembur 2016 nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya við støði í tilmæli, sum varð gjørt eftir innanhýsisvali til stýrið.

Stýrislimir

Stýrisval vóru hildin í desember 2016 millum ávikavist starvsfólk og lesandi.

Frá 1. januar 2017 eru limirnir í stýrinum hesir:

Umboð uttanfyri stovnin:

  • Stýrislimur: Ólavur Ellefsen, stjóri, stýrisformaður
    Varalimur: Hans Pauli Strøm, sosiologur
  • Stýrislimur: Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, næstforkvinna
    Varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur 
  • Stýrislimur: Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet
    Varalimur: Martin Zachariasen, dekanur Syddansk Universitet
  • Stýrislimur: Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík
    Varalimur: Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum

Umboð fyri stovnin:

  • Stýrislimur: Gestur Hovgaard, starvsfólkaumboð, lektari, Søgu- og samfelagsdeildin
    Varalimur: Sára Joensen, deildarskrivari, Føroyamálsdeildin
  • Stýrislimur: Svein-Ole Mikalsen, starvsfólkaumboð, professari, Náttúruvísindadeildin
    Varalimur: Hans Harryson, námslektari, Námsvísindadeildin

Umboð fyri tey lesandi:

  • Stýrislimur: Silja Aldudóttir, umboð teirra lesandi, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini (fyri 2017)
  • Varalimur fyri umboð teirra lesandi: Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini (fyri 2017).

 

Farna stýrið

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður tilnevndi hesar uttanhýsislimir í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016.

  • Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, deildarstjóti, formaður.
    Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., ráðgevi.
  • Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður.
    Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum.
  • Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø.
    Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D, Háskólinn á Akureyri.
  • Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of Economics.
    Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari.

Harumframt setti landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, niðanfyri standandi limir og varalimir í stýrið, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016. Tó er studentaumboð tilnevnt fyri eitt ár í senn.

  • Gestur Hovgaard, Ph.D. lektari í samfelagsvísindi.
    Varalimur: Elisabeth Holm, altjóða samskipari.
  • Sára Joensen, deildarskrivari.
    Varalimur: Svein-Ole Mikalsen, Ph.D. professari.
  • Kolbrún í Haraldsstovu, lesandi, frá 1. januar 2016
    Varalimur: Ingun H. Söderqvist, lesandi.

Tilmælið var gjørt við støði í innanhýsisval til stýrið, ið varð hildið 11. desember 2012 millum ávikavist starvsfólk og lesandi.

Stýrið var sett frá 1. januar 2013 til 31. desembur 2016.