Skip to main content

Adjunktur til Søgu- og samfelagsdeildina

Starvsøkið

Starvið er liður í menningini av gransking og undirvísing á Søgu- og samfelagsdeildini. Vit sóknast eftir einum vísindafólki, sum kann styrkja tvørfakliga umhvørvið á deildini.

Starvið kemur undirvísingarliga í høvuðsheitum at verða knýtt at masterútbúgvingunum í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting, løgfrøði og West Nordic Studies. Tann setti kann eisini rokna við at skula vera við til at menna og undirvísa á øðrum útbúgvingum.

Førleikakrøv

Fyri at verða sett/ur í starv, sum adjunktur, er ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki ynskiligt, men hjá einum við skjalprógvaðum granskingarevnum er møguleiki fyri at skriva ph.d.-ritgerð og menna seg granskingarliga og undirvísingarliga í adjunkttíðini. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi 2 ára master ella kandidatútbúgving og royndir við gransking og undirvísing á hægri stigi. Førleikar í millum- og altjóða viðurskiftum eru serliga viðkomandi.

Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum máli og enskum, umframt at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt og hava innlit í samfelagsviðurskifti í Føroyum og Útnorðri.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðar førleikar at undirvísa og miðla, góð samstarvsevni og ert virkisfús/ur.

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her . Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Vit tilskila okkum rætt til at seta umsøkjara við tí granskingar- og undirvísingarprofili, sum samsvarar best við ætlanirnar hjá deildini.

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt ein lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum viðvíkjandi undirvísing og gransking. Vísindaligar útgávur/greinar, í mesta lagi fimm, skulu leggjast við umsóknini. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Onnur viðurskifti

Umsóknin og tilfar, sum verður skrivað í sambandi við umsóknina, skal skrivast á enskum. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn[at]setur.fo.

Umsóknarfreistin er mikudagin 21. juni 2017. Miðað verður eftir at seta starvið 1. september 2017 ella skjótast til ber.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, tlf. 292583; hansas[at]setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

Mark við markleysari loysn

Seinni í ár verða 38 lestraríbúðir tiknar í nýtslu við Marknagilsvegin – talan er um bingjur, ið eru innrættaðar sum modernað studentabýli, sigur...

LES MEIRA

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull

LES MEIRA

Almennar framløgur um sjúkrarøkt

Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin

LES MEIRA