Skip to main content

Granskingarstarv á Fróðskaparsetrinum

Søkt verður eftir fólki til granskingarverkætlan innan varandi orku í Føroyum. Verkætlanin hevur til endamáls at greina vindviðurskifti í Føroyum út frá mátingum og modellum, og styrkja vitanargrundarlagið handan strembanini eftir at gera Føroyar til eitt grønari samfelag. Verkætlanin er knýtt at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

|   Til lesandi Náttúruvísindadeildin

Førleikar og krøv
Talan er um eitt 3 ára ph.d. starv ella 2 ára post.doc. starv, ið er liður í førleikamenning í Føroyum við atliti at gagnnýtslu av varandi orkukeldum. Umsøkjarar til ph.d. starv skulu hava viðkomandi masterútbúgving (120 ECTS) og hava góðar førleikar til at greina mátingar við atliti at varandi orku, t.d. útbúgving innan verkfrøði, alisfrøði, støddfrøði, hagfrøði. Tey, ið skjótt vænta at verða liðug við eina viðkomandi masterútbúgving, eru eisini vælkomin at søkja um ph.d. starv. Verður søkt um post.doc. starv, má umsøkjarin hava viðkomandi ph.d.-útbúgving og hollar førleikar innan dátugreining.

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjari kennir til Føroysk viðurskifti og hevur kunnleika til/áhuga fyri varandi orku. Kunnleiki/áhugi innan t.d. orkuskipanir, veðurfrøði, planlegging, orkuveitingarkervi v.m. er eisini ein fyrimunur.

Tað verður kravt, at umsøkjarin búleikast í Føroyum, meðan verkætlanin fer fram. Um talan er um ph.d. starv, fer umsøkjarin í tilsamans áleið eitt hálvt ár at vera á granskingarstovni uttanlands.  

Roknað verður við, at tann, ið settur verður, í ein ávísan mun kann luttaka í undirvísing á Náttúruvísindadeildini.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, CV og lýsing av granskingaráhugamálum. CV skal innihalda m.a. kunning um útbúgving, starvsroyndir og møguligar útgávur (í mesta lagi fimm teirra skulu leggjast við umsóknini). Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast teldutøk til umsokn(at)setur.fo.

Setan
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Ph.d. starv er flokkað á stigi 2 í sáttmálanum, meðan post.doc. starv verður lønt sambært starvsaldri.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 20. november 2017. Miðað verður eftir, at setanin verður skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Bárði A. Niclasen, lektara í alisfrøði (BardurN(at)setur.fo, tel 292562) ella Hans-Georg Beyer, professara í orkuverkfrøði (HansGB(at)setur.fo, tel 292560).

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.  

Nordplus 2018-2022

Nordplus skipanin hjá Norðurlandaráðnum bjóðar nú norðurlendskum og baltiskum stovnum og felagsskapum ið arbeiða við, ella sum eru knýtt at...

LES MEIRA

NORDPLUS tíðindi

Nýggj NORDPLUS fimmársætlan byrjar við umsóknarfreist 1. februar 2018.

LES MEIRA

Kalpana vardi ph.d. seinasta fríggjadag

Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

LES MEIRA