Skip to main content

Minningarorð um Henriette Rasmussen

Henriette Rasmussen

Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin

Beinta í Jákupsstovu | |   Setursskrivstovan

Fríggjadagin 3. mars komu boðini um, at nú er Henriette Rasmussen farin. Mong í Føroyum komu at kenna hesa merkiskvinnu, sum hevur verið millum oddafólkini í at byggja nýggju grønlendsku tjóðina.

Henriette vaks upp í Qasigiannguit (Christianshåb), tók læraraútbúgving í Keypmannahavn og seinni journalistútbúgving í Nuuk. Grønlendska útvarpið KNR hevur verið hennara arbeiðspláss í mong ár; men serliga hevur hon sett merki eftir seg fyri politiskt virksemi í Grønlandi og á altjóða vølli.

Vit báðar komu at kennast á Garði (Regensen) í 1971. Har búðu hon og málfrøðingurin Carl Christian Olsen, Pujo nevndur. Hetta var ein stuttlig tíð, við stórum visjónum um framburð og samstarv. Henriette og aðrir grønlendingar skipaðu seg í Unge Grønlænderes Råd. Umframt at vera karmur til at menna samstarv millum grønlendingar, íslendingar og føroyingar, var tað UGR, sum skipaði fyri fyrsta felags fundi millum upprunafólk norðan fyri polarsirkulin. Henriette var í miðdeplinum, tí gløgg og málkøn dugdi hon at simultantulka millum grønlendskt, danskt, enskt, og seinni eisini franskt.

Í 1975 fluttu Henriette og Pujo heim aftur til Grønlands, og fingu børnini Inuk og Nunni. Henriette var sjálvandi í miðdeplinum, tá vinstravongurin í 1976 fór at skipa politiskar summarstevnur, tá ICC (Inuit Circumpolar Conference) varð skipað í 1977, og tá flokkurin IA varð stovnaður í 1978. Í 1983 var hon vald í býráðið í Nuuk, og árið eftir byrjaði fyrsta skeiðið í landstinginum. Í 1991-95 varð Henriette landsstýriskvinna fyri almannamál og arbeiðsmarknaðarmál.

Hon meinti, at grønlendsk mentan, vælferð og heilsa mátti metast í eini heild, um tað skuldi vera vón um at skapa eitt dygdargott samfelag. Ein strategi var ávarpið “Inuuneq Nakuuneq – eitt sterkari lív”, har hon kveikti til alment kjak, serliga um tørvin at geva børnunum ein góðan uppvøkstur, og at minka um rúsevnismisbrúk.

Í 1993 varð Henriette biðin at hava framløgu fyri Danmark á ST-alheimsráðstevnuni um mannarættindi, tí ST hevði sett hetta árið til upprunafólk. Henriette mælti til, at ST skuldi hava eitt permanent forum fyri upprunafólk, og hetta kom í lag. Henriette sjálv sat í starvi sum “Chief Technical Advisor” fyri upprunafólk í høvuðssætinum fyri ILO í Geneve í 1996-2000. Arbeiðið fyri at fáa størri virðing og styrkja rættindi fevndi um upprunafólk í øllum heiminum. Høvuðsstrategiin var at fáa í lag dialog millum upprunafólk og stjórnirnar í avvarðandi landi, og tað eydnaðist t.d. at fáa stjórnirnar í Suðurafrika og Kambodja at seta slíkar fastar nevndir.

Altjóða áhugin helt fram, men seinastu árini hevur Henriette serliga verið upptikin av gongdini í Grønlandi. Sum vera man, var hon upptikin av, hvussu dálking, veðurlagsbroytingar og stóri áhugin frá útlendskum fyritøkum at vinna sær ágóða av náttúrutilfeingi kundi spilla Grønland. Hetta var hennara høvuðsboðskapur á ráðstevnu, sum SSD skipaði fyri 24.-25. apríl 2012. Hon tosaði um “Grønland, som jeg ser det stå i denne for tiden forvirrede og psykedeliske verden. Jeg troede at man blev mere selvsikker på sin viden og sine visioner med tiden. Men nej, disse tider ryster os, synes jeg.”

Í sínum sermerkta stíli og milda framburði endaði hon við at spyrja ”Kan man leve af skønhed? Kan man leve af at man elsker sit land?  Som jeg sagde i starten, vi står så usikkert på så mange måder i dag.» Og so bar hon fram yrking, sum ein veiðimaður úr Eysturgrønlandi hevur yrkt fyri mongum árum síðan (her týdd til danskt):

Engang når jeg har lagt mig, engang når jeg er død
Vil synet jeg så betage en anden
En anden vil få det at se
Den nye slægt vil få det at se
Derfor, hev jeg efter vejret
Derfor, hev jeg efter pusten
Stærkt betaget som jeg var

Eg eri sera takksom fyri, at vit vórðu vinkonur. Missurin er stórur.

Beinta í Jákupsstovu

Mark við markleysari loysn

Seinni í ár verða 38 lestraríbúðir tiknar í nýtslu við Marknagilsvegin – talan er um bingjur, ið eru innrættaðar sum modernað studentabýli, sigur...

LES MEIRA

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull

LES MEIRA

Almennar framløgur um sjúkrarøkt

Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin

LES MEIRA