Skip to main content

Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett fyribils í eitt ár frá 1. august 2017 ella skjótast gjørligt.

|   Setursskrivstovan Sjúkrarøktarfrøðideildin

Starvsøkið

Arbeiðið fevnir m.a. um undirvísing innan sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Arbeitt verður í tøttum samstarvi, bæði í toymi, innan samlaða undirvísarahópin, við kliniska partin av útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði og við aðrar samstarvspartar. Í arbeiðinum verður tú við í menning av útbúgving og undirvísing, ið fer fram á Sjúkrarøktarfrøði­deildini.

Førleikar

Fyri at verða settur í starvið skal umsøkjarin vera sjúkrarøktarfrøðingur og haraftrat hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving (120 ECTS). Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur

  • kunnleika til føroysku útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á bachelorstigi
  • royndir innan undirvísing í útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
  • góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • kunnleika til føroysk viðurskifti

Námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika, og verða góður undirvísari. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir royndir við undirvísing og møguligan áhuga fyri luttøku í gransking.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist

Umsóknarfreist er tann 1. juni 2017.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Súsonnu Mortensen, susannam(at)setur.fo , tlf. 292255, ella til Hans Paula Joensen, dekan, hanspj(at)setur.fo, tlf. 292508.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

------------------------------------

Til ber at taka starvslýsingina niður sum PDF-fíla HER.

Mark við markleysari loysn

Seinni í ár verða 38 lestraríbúðir tiknar í nýtslu við Marknagilsvegin – talan er um bingjur, ið eru innrættaðar sum modernað studentabýli, sigur...

LES MEIRA

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull

LES MEIRA

Almennar framløgur um sjúkrarøkt

Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin

LES MEIRA