Skip to main content

Ph.d.-lesandi til epidemiologiska verkætlan innan krabbamein

Søkt verður eftir ph.d.-lesandi til epidemiologiska verkætlan innan krabbamein at byrja 1. september 2018 ella eftir nærri avtalu

Um verkætlanina

Verkætlanin hevur til endamáls at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Barnakrabbi hevur serligt fokus í verkætlanini, og endamálið er at gera eina yvirskipaða lýsing av barnakrabba í Føroyum, t.d. hvussu títtleikin er og hevur verið gjøgnum tíðirnar, og at kanna um samband er millum t.d. krabbaslag og prognosu, viðgerð og hjásjúkur, men eisini viðurskifti, ið hava meir við umstøður at gera, hvørjum øki ein býr, sosialar umstøður, og hvussu sjúkurnar savnast í familjum. Sum grundkelda til hesa verkætlan, verður gagnnýtt bæði ættarbandsskráin og tann serstaka krabbameinsskráin, har skrásettir eru tilburðir av krabbameini í Føroyum heilt aftur til 1960. Talan er um einastandandi møguleika at gagnnýta tilfar, sum longu finst í Føroyum. Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking í krabbameini í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið. Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan. Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at føra við sær økta vitan, sum førir til heilsufyrimunir fyri fólkið, tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsuframa.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið og er fíggjað av Krabbameinsfelagnum, Team Rynkeby Grunninum og Sjúkrakassagrunninum. 

Starvið 
Talan er um 3 ára ph.d.-lestur. Ph.d.-studenturin verður innskrivaður á Fróðskaparsetur Føroya sambært Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya ph.d.-kunngerðin. Ph.d.-lesturin ber í sær skeið á til samans 30 ECTS, ið fyri størsta partin verða tikin aðrastaðni enn í Føroyum, einahelst í Danmark. Tann ph.d.-lesandi skal arbeiða við dátainnsavning, validering av dáta og hagfrøðiliga arbeiða við krabbameinsskránni til greining av umráðnum.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, vera ph.d.-vegleiðarar, og Bjarni á Steig, yvirlækni, verður hjávegleiðari.

Førleikar 
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava kandidatútbúgving (ella tilsvarandi førleika) innan medisin, náttúruvísindi ella heilsuvísindi.

Tað er av stórum týdningi, at umsøkjarin hevur stóran áhuga í krabbameinsøkinum og í epidemiologiskari gransking. Vit leggja dent á, at umsøkjarin:

  • hevur áhuga, hegni og/ella royndir innan hagfrøðiligar analysur  
  • dugir at planleggja og arbeiða sjálvstøðugt  
  • dugir væl at samstarva, samskifta, er nærlagdur og ágrýtin
  • hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum
  • hevur teldukunnleika á brúkarastigi 
  • er fleksibul og tolir broytingar í arbeiðsuppgávum   

Umsókn 
Við umsóknini skal leggjast avrit av prógvum, CV og møgulig viðmæli. Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsókn(at)setur.fo.

Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreist 
Umsóknarfreist er tann 7. mai 2018.

Nærri upplýsingar 
Nærri upplýsingar fáast hjá Marini Strøm, marins(at)setur.fo og Mariu Skaalum Petersen, mariap(at)setur.fo lektarar á Deildini fyri Heilsuvísindi og Sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Vøkstur í kvotu 2 umsóknartali

15. apríl á midnátt fór freistin fyri at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 114 umsøkjarar hava valt hendan møguleikan.

LES MEIRA

Føroyar í 1800-talinum lýstar úr fleiri sjónarhornum

Í 2012 fóru granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum undir samstarv um verkætlan, sum skuldi lýsa Føroyar í 1800-talinum úr fleiri...

LES MEIRA

Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og dekanur á Fróðskaparsetrinum, er við í trimum vísindaligum greinum um...

LES MEIRA