Skip to main content

SETUR.FO í nýggjum hami

Mikudagin 8. mars kl. 13.30 lat Fróðskaparsetur Føroya upp heimasíðu í nýggjum dagførdum sniði.

Elin Brimheim Heinesen | |   Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan

www.setur.fo er heimasíðan, har fólk kunna seg um Fróðskaparsetur Føroya, útbúgv­ing­ar og gransking á Setrinum og lesa tíðindi um Setrið ella onnur tíðindi, sum eru viðkomandi í Seturshøpi. Heimasíðan hevur leingi trongt til ábøtur og til at fáa eitt meira dagført snið. Hesum hevur verið arbeitt við nú eina tíð.

Mikudagin 8. mars lat www.setur.fo so endiliga upp í nýggjum hami. Skip­að var fyri einum stuttum tíðindafundi á Lestrarskrivstovuni, har snøggaða og endurnýggjaða síðan var latin upp fyri almenninginum og innihaldið var gjøgnumgingið fyri tíðindafólkum.Fundurin var stroymdur HER.

Elin Brimheim Heinesen, leiðari á Lestrarskrivstovuni, upplýsir, at tað leingi hevur verið eitt ynski hjá Setrinum at fáa eina betri heimasíðu. Ein arbeiðsbólkur gjørdi fyrireikingararbeiði og eitt uppskot til nýggjan bygnað, og í fjør heyst varð avgerð tikin um at seta ferð á heimasíðuarbeiðið.

– Í seinastuni hevur nógv orka verið løgd í arbeiðið við heimasíðuni, so hon kann verða liðug í góðari tíð, áðrenn fyrstu umsóknarfreistina fyri Kvotu 2 umsøkjarar, sum er 15. apríl. Frá dagførdu heimasíðuni verður møguligt at søkja lestrarpláss á Setrinum umvegis elektronisku upptøkuskipanina, sum verður latin upp samstundis sum heimasíðan, sigur Elin Brimheim Heinesen, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við heimasíðuni.

Heimasíðubólkurin er mannaður av Elini Brimheim Heinesen, leiðara á Lestrar­skriv­­stov­uni, Poul Laust Christiansen frá PAC Consult Sp/f, sum hevur staðið fyri forritan, Hans Juul Hansen frá Festi Sp/f, ið hevur staðið fyri grafiska partinum, Sjúrði Ravnsfjall frá Námsvísindadeildini, Rannvá Dávadóttir og Ólavur Waag Høgnesen, bæði frá Lestrarskrivstovuni. Gudmund Helmsdal Nielsen og Sunva Eysturoy hava tikið myndirnar á síðuni. Harumframt hava onnur verið við í bólkinum, tá ið tørvur hevur verið á tí. Í fyrireikingarbólkinum sótu Anna Katrin Matras, Uni Árting og Tina K. Jakobsen.

Endurnýggjaða síðan var almannakunngjørd mikudagin 8. mars millum kl. 13.30 og 14.00. Latið var upp fyri heimasíðuni á tíðindafundi, sum byrjaði kl. 13.30 á Lestrarskriv­stov­uni, sum er í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har Elin Brimheim Heinesen hevði framløgu um innihaldið á síðuni.

Stroymt varð eisini frá tiltakinum, so øll, sum hava áhuga í hesum, kundu fylgja við á netinum. Stroymingin kann síggjast HER.

Mark við markleysari loysn

Seinni í ár verða 38 lestraríbúðir tiknar í nýtslu við Marknagilsvegin – talan er um bingjur, ið eru innrættaðar sum modernað studentabýli, sigur...

LES MEIRA

Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur

Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull

LES MEIRA

Almennar framløgur um sjúkrarøkt

Tey, sum verða útbúgvin sum bachelor í sjúkrarøktarfrøði í ár, leggja sínar verkætlanir alment fram á Landssjúkrahúsinum í morgin

LES MEIRA