Skip to main content

Vikarstarv sum laborantur á Fróðskaparsetrinum

Søkt verður eftir vikari frá 1. oktober 2018 til 1. september 2019 fyri laborant í farloyvi. 

|   Náttúruvísindadeildin

Starvið
Starvið er fulltíðar starv á Náttúruvísindadeildini, og fevnir m.a. um:
•    Stuðulsvirksemi í samband við starvsstovuskeið og vegleiðing av studentum og øðrum starvsstovubrúkarum.
•    Luttøku í granskingarverkætlanum
•    Starvsstovuarbeiði, so sum evna-, alis- og lívfrøðiligar analysur  
•    Viðlíkahald av starvsstovutólum
•    Heintan og fyrireiking av sýnum til kanningar 

Náttúruvísindadeildin hevur mesta av sínum virksemi í nýggjum hølum í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Starvstovuvirksemi er tó eisini staðsett aðrastaðni, m.a. á granskingarsetrinum iNOVA í Tórshavn. 

Lønin er sbrt sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Førleikar
Vit vænta at tú:
•    hevur útbúgving sum laboratoriu¬teknikari, laborantur ella aðra viðkomandi útbúgving 
•    hevur viðkomandi starvsroyndir 
•    er opin fyri førleikamenning
•    ert røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og neyvt
•    hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
•    hevur kunnleika til vanlig telduforrit
•    dugur at samskifta á skandinaviskum og enskum

Tað er ein stórur fyrimunur, um tú hevur royndir við at luttaka í tilrættislegging av undirvísing í starvsstovu, tí hetta er týðandi partur í arbeiðinum. Tað er somuleiðis ein fyri¬munur, um tú hevur royndir við at arbeiða við DNA/RNA (PCR, DNA sekventering), massaspektrometri og øðrum viðkomandi starvsstovuhættum (t.d. elektroforesu). Náttúruvísindadeildin arbeiðir bæði í gransking og undirvísing við at menna nútíðar sekventeringshættir og bioinformatiskar analysur, og tú fert eisini at luttaka í hesum arbeiðinum. 

Umsóknin
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til umsokn(at)setur.fo við viðmerkingini “Laborantstarv-vikar”.

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. august 2018. 

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Svein-Ole Mikalsen á teldupostadressu sveinom@setur.fo við evninum “Laborantstarv-vikar” ella á tel. 292556. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

 

Ung í oyggjasamfeløgum

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, var gestagranskari á University of the Ryukyus í Japan í mai/juni (viku 22 og 23) í...

LES MEIRA

Setrið bjóðar út skeið um mannarættindi og religión í heyst

Seinast í august byrjar skeiðið ”Mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu- og Samfelagsdeildini. Skeiðið telur 10 ECTS og er opið fyri...

LES MEIRA

Upptøkan á Setrinum klár

Í gjár fingu tilsamans 298 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur.

LES MEIRA