Skip to main content

Vísindaligt hjálparfólk til Søgu og samfelagsdeildina

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt tíðaravmarkað avloysarastarv í samfelagsfrøði leyst at søkja. Vit sóknast eftir einum vísindaligum hjálparfólki, sum kann styrkja tvørfakliga umhvørvið á deildini.

Starvsøkið:

Starvið kemur undirvísingarliga at verða knýtt at masterlæruni, men ein partur av starvinum verður knýtt at eini verkætlan (BUSK – Building Shared Knowledge) á deildini, sum í stuttum snýr seg um lendisnýtslu/burðardygga nýtslu av náttúrutilfeingi. Verkætlanin. Tann setti kann eisini rokna við at skulu vera við til at menna og undirvísa á øðrum útbúgvingum.

Førleikakrøv:

Fyri at verða sett/ur í starv er ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki ynskiligt, men umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi 2 ára master ella kandidatútbúgving innan samfelagsvísindaliga økið.

Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum máli og enskum, umframt at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt og hava innlit í samfelagsviðurskifti í Føroyum og Útnorðri.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðar undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og ert virkisfús/in. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga at arbeiða við Gis forritinum.

Setanargongd:

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Vit tilskila okkum rætt til at seta umsøkjara við tí granskingar- og undirvísingarprofili, sum samsvarar best við ætlanirnar hjá deildini.

Umsókn:

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir. Vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Onnur viðurskifti:

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt við umsokn(at)setur.fo.

Umsóknarfreistin er 28. juli 2017. Starvið skal eftir ætlan setast 1. august 2017. Setanin er tíðaravmarkað og gongur út 31. juli 2018.

 

..........................

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, tlf. 292583; hansas@setur.fo ella Firouz Gaini, útbúgvingarleiðara, tlf. 299438; firouzg(at)setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo 

Heintað starvslýsingina niður sum PFD-fíla HER.

Kom við til Pisudagar!

1. august kl. 19.00 á deildini hjá Betri í Saltangará
2. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn

Ert tú komin inn á dreymaútbúgvingina?...

LES MEIRA

275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss

Freistin at taka av lestrarplássinum er 1. august á midnátt.

LES MEIRA

Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Møguleiki er at nýta lestrarhølið á Býarbókasavninum 26. juni - 20. august

LES MEIRA