PaperCut
Ein hent prent- og kopiskipan til starvsfólk og lesandi
Fyri at kunna brúka OKI prent- og kopimaskinurnar á Setrinum, skalt tú verða skrásettur í PaperCut stýriskipanini og hava goldið fyri nýtslu. Hetta gert tú hjá deildarskrivarunum á deildini, sum tú ert knýtt/ur til. Deildarskrivstovan hevur kvotukort á 100 krónur til sølu og útflýggjar loyniorð til PaperCut.
Síðuprísirnir eru hesir:
- A4 svart/hvítt: kr. 0,15
- A4 í litum: kr. 0,45
Tá tú hevur keypt kvotukort, skulu hesi aktiverast soleiðis:
Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192 ella https://192.168.0.20:9192 frá teldu á tráðleysa netinum UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum
Tá tú kemur inn í PaperCut skipanina, skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
Vel Redeem Card ella Indløs Kort
Skriva inn nummarið, júst sum tað stendur á kortinum, bæði bókstavir, tøl og strikur
Trýst Redeem Card ella Indløs Kort
So er tín brúkarasalda dagførd við kvotuni, sum tú keypti
Tú kanst eisini síggja tína saldu og tína nýtslu á somu heimasíðu
Tá tú skalt kopiera okkurt við OKI maskinunum, gert tú soleiðis:
Við kopimaskinuna kanst tú leggja tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast, m.a. lestrarkortið) á kortlesaran á maskinuni, ið sum oftast situr á síðuni á maskinuni. (Fyrstu ferð skal brúkaranavn og loyniorð eisini skrivast á skíggjan, so er lykilin skrásettur)
... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
Uttan lykil/kort skal brúkaranavn og loyniorð skrivast hvørja ferð
Tá tú ert liðugur, trýst tvær ferðir RESET og síðani JA fyri at útrita
Web Print er ein tænasta til útskriving frá teldum, uttan tørv á at leggja prentdrívarar inn.
Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192 ella https://192.168.0.20:9192
frá teldu á tráðleysa netinum UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá SetrinumSkriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
Vel Web Print
Vel Send et Job
Vel og trýst
Skriva tal fyri eintøk og trýst
Vel eina PDF-fílul til upload o g útskriving og trýst
Vel Log Af
Far til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast). (Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast)
... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
Trýst VÆLG JOBS og vel hvat skal prentast ella trýst VÆLG ALLE og síðani OK
Trýst tvær ferðir RESET og síðani JA fyri at útrita
Um tú skalt prenta frá Setursteldum, gert tú soleiðis:
Frá t.d. Word, vel útskrift á prentaran prentaran PaperCut (virtuel) á SRV-PRINT
Um tú ert innritaður á telduna sum gestur, skalt tú uppgeva brúkaranavn og loyniorð til PaperCut .
Um tú fert frá gestatelduni, minst til at útrita gestabrúkaran ella útrita frá PaperCut, høgraklikka á salduskeltið og trýst Log udFar til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast).
(Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast)... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
Trýst VÆLG JOBS og vel hvat skal prentast ella trýst VÆLG ALLE og síðani OK
Trýst tvær ferðir RESET og síðani JA fyri at útrita
Vend tær fyrst og fremst til deildarskrivararnar á tíni deild og vita, um tær kunnu hjálpa tær. Um tær ikki kunnu hjálpa, ber til at venda sær til Lestrarskrivstovuna, við at skriva til teldupost hansara: LSS[at]setur.fo ella við at ringja til 35 25 11.