Innleiðslutúrur til Norðoyggjar

Ein minniligur túrur

Øll nýggj lesandi á Setrinum eru boðin við á innleiðslutúr til Norðoyggjar í eitt gott samdøgur.

Á innleiðslutúrinum gistir og etur tú saman við lesandi á tíni egnu deild. Harumframt eru ymiskir undirhaldandi aktivitetir, sum eldri lesandi fyriskipa. Leygarkvøldið er felags tiltak fyri allar deildirnar saman.

  • BA-lesandi á Føroyamálsdeildini, Námsvísindadeildini og á Søgu- og samfelagsdeildini gista í Klaksvík - her:
    Skúlin á Skúlatrøð (Ósáskúlin)
    Skúlavegur 6
    700 Klaksvík
     
  • BA-lesandi á Náttúruvísindadeildini og á Sjúkrarøktarfrøðideildini gista í Klaksvík - her:
    Skótahúsið
    Gerðagøta 11
    700 Klaksvík
  • MA-lesandi gista í Árnafirði - her:
    ÁRF/Árnafjarða Róðrarfelag
    Í Urðini 9
    727 Árnafjørður

Nærri kunning um innleiðslutúrin - og um nær og hvar felags tiltakið er leygarkvøldið 26. august, fært tú við telduposti.

Umráðandi at fara við

Viðmælt verður øllum lesandi at fara við á innleiðslutúr, tí royndirnar vísa, at luttøkan hevur stóran týdning fyri trivnaðin og samanhaldið restina av lestrinum.

Gjald

Kostnaðurin er 200 kr. fyri túrin. Tú er ikki endaliga tilmeldað/ur, fyrr enn tú hevur flutt upphæddina á kontu: 9181-0004958723. GG! Minst til at viðnerkja navn!

Freist at melda til

Freistin at melda seg til er skjótast gjørligt - og gjaldið skal vera flutt í allarseinasta lagi mikudagin 23. august.

Hjartaliga vælkomin til ein minniligan túr og nøkur spennandi, mennandi og lærurík ár á Setrinum.

Blíðar heilsur
Fróðskaparsetur Føroya

Tilmelding

Innleiðslutúrur til Norðoyggjar

26 aug 2017 kl. 10:00, bussar fara frá parkeringplássinum á NÁD (gamla læraraskúlanum) yvirav Magn, á Frælsinum 20. Heim aftur 27 aug.
Vinaliga flyt DKK 200,00 á kontu 9181-0004958723 áðrenn mánadagin 14. august kl. 23.45. GG! Minst til at viðmerkja navn!
Ikki fyrr enn tú hevur goldið, ert tú endaliga tilmeldað/ur.
Um tú hevur serlig ynski ella annað, tú vilt boða frá í hesum sambandi, vinaliga skriva í teigin niðanfyri: