Góð ráð

Niðanfyri eru nøkur góð ráð til tín, ið ynskir at søkja inn á Setrið

Far inn á hesa síðuna fyri at finna umsóknarblaðið, tú skalt brúka: Umsóknarbløð.

Kvotu 2 freistin er 15. apríl.

Kvotu 1 freistin er 1. juli.

Les meira um freistir HER.

..................................................

GG! Freistin at søkja master í West Nordic Studies er vanliga 1. mai, men er í ár útsett til 1. juni. Altjóða umsøkjarar hava tó freist longu 1. februar, orsaka av avgreiðslutíð til viðgerð av uppihaldsloyvi.

Ger tær greitt, hvørjar útbúgvingar tú ynskir at søkja. Ikki er neyðugt at søkja inn á fleiri útbúgvingar, um tú einans ert áhugað/ur í einari.

Hinvegin er skilagott at søkja inn á fleiri útbúgvingar, um tú ert áhugað/ur í at taka ein aðra útbúgving, um tú ikki kemur inn á dreymaútbúgvingina.

Legg til merkis, at tú einans kann senda eina umsókn inn.

Ger tær greitt, um tú skalt søkja um upptøku gjøgnum kvotu 1 ella kvotu 2. Les meira um kvotu 1 og kvotu 2 HER.

Legg til merkis, at tú skalt søkja inn eftir kvotu 2, um tú hevur eitt útlendskt miðnámsprógv. Norðurlendsk miðnámsprógv eru tó at rokna sum føroysk miðnámsprógv.

Vegleiðingar til, hvussu tú útfyllir umsóknarbløðini, finnast til allar umsóknir - bæði til bachelor, master og hjánám.

GEV GÆTUR! Tað er sera umráðandi, at tú lesur vegleiðingina til umsóknarblaðið væl ígjøgnum, áðrenn tú søkir.

Vegleiðingin liggur saman við umsóknarblaðnum.

Søkir tú elektroniskt, er beinleiðis leinki til vegleiðingina ovast í høgra horni á skerminum, tá tú ert inni á umsóknarblaðnum.

Søkir tú gjøgnum kvotu 1, skalt tú einans senda miðnámsprógv saman við umsóknini. Søkir tú inn á eina útbúgving, har serkrav er til ávíst próvtal í einari lærugrein, og tú hevur tikið lærugreinina sum stakgrein, skalt tú eisini senda stakgreinaprógvið saman við umsóknini.

Søkir tú gjøgnum kvotu 2, skalt tú, umframt miðnámsskúlaprógv, eisini skjalprógva allar starvsroyndir umframt annað virksemi, viðkomandi fyri umsóknina.

Ger tær øll skjøl klár, ið tú skalt senda inn saman við umsóknini. Søkir tú elektroniskt, goymir tú fílurnar í formatinum (PDF, JPG ella PNG).

GEV GÆTUR! Minst til, at tú ikki kanst senda fleiri skjøl inn eftir, at umsóknin er send.

Er tað tó so, at tú ikki hevur lokið prógv, t.d. um tú ikki fært miðsnámsprógv fyrr enn í summar, so skalt tú viðmerkja hetta á umsóknini, og síðani kanst tú senda prógvið inn, tá tú hevur fingið tað.

Sama er galdandi fyri skeið og annað, ið tú ikki hevur staðið ella lokið, tá søkt verður. Minst tá til at viðmerkja hesi skeið og annað á umsókini. Hevur tú ikki viðmerkt hetta á umsóknini, verða skjølini ikki tikin við í viðgerðina av umsóknini.

Legg til merkis, at summar útbúgvingar hava serstøk upptøkukrøv. Hetta er t.d. at tú skalt hava staðið eina ávísa lærugrein á einum ávísum stigi og við einum ávísum próvtali, t.d. støddfrøði B við próvtalinum 7 ella hægri. Lýkur tú ikki upptøkukravið við tínum miðnámsprógvi kanst tú taka lærugreinina sum stakgreinalestur. Tú skalt lúka øll serkrøv við lestrarbyrjan.

Hevur tú spurningar ella ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna umvegis t-post til LSS(at)setur.fo ella tlf. 352511 ella til lestrarvegleiðingina á ymsum deildunum.

Upplýsingar um samband við lestrarvegleiðingarnar sæst HER.