Um kvotu 1

Øll, ið hava gymnasialt miðnámsprógv, ið er lokið á føroyskum ella norðurlendskum miðnámsskúla, kunnu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 1. Í kvotu 1 verður einans hugt eftir próvtøkuúrslitinum (miðalpróvtalinum) í gymnasiala miðnámspróvnum.

Gymnasial miðnámsprógv í Føroyum eru:

  • Búskaparbreyt (Hægri Handilsskúli)         HHX

  • Hugbreyt (Málsligur studentur)                Stx spr.

  • Náttúrubreyt (Støddfrøðiligur studentur)  Stx mat.

  • Tilfeingisbreyt (Hægri Fiskivinna)            HIF

  • Tøknibreyt (Hægri Tøkni)                        HTx

  • Fyrireikingarbreyt (Hægri Fyrireiking)     HF

Vinarliga legg til merkis, at tú eisini mást lúka møgulig serkrøv til útbúgvingina, tá tú søkir gjøgnum kvotu 1. Lýkur tú ikki serkrøvini til útbúgvingina, er neyðugt hjá tær at søkja um undantaksloyvi gjøgnum kvotu 2.
Lýkur tú serkrøvini fyri lestrarbyrjan, kanst tú tó søkja gjøgnum kvotu 1, og tá skalt tú viðmerkja, at tú hevur lokið ískoytisprógv innan lestrarbyrjan. Í tílíkum føri ber til at fáa treytaða upptøku, um tú annars lýkur upptøkutreytirnar, og hevur hetta við sær, at tín upptøka á Setrinum ikki er endalig, fyrr enn tú kanst skjalprógva, at tú lýkur serkrøvini.