Um kvotu 2

Kvotu 2-umsøkjarar kunnu í býtast sundur í tríggjar bólkar:

  • Umsøkjarar, ið ivast í, um tey hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1
  • Umsøkjarar, ið hava útlendsk miðnámsprógv
  • Umsøkjarar, ið ikki hava gymnasialt miðnámsprógv, sum tískil søkja um undantaksloyvi frá vanligu upptøkutreytunum

GG: Ein kvotu 2-umsókn hjá umsøkjara, ið hevur gymnasialt miðnámsprógv, er samstundis eisini ein kvotu 1-umsókn. Hetta merkir, at umsóknin verður mett av upptøkubólkinum í kvotu 2 og hugt verður eftir próvtøkuúrslitinum í kvotu 1.

Umsøkjarar, ið ivast í, um tey hava nóg høgt miðalpróvtal

Umsøkjarar, ið ivast, um miðalpróvtalið í gymnasiala miðnámsprógvi teirra er nóg gott at koma inn gjøgnum kvotu 1, kunnu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2-skipanina. Umsóknin verður viðgjørd við støði í gymnasiala miðnámspróvnum umframt teimum skjalprógvaðu førleikunum, ið umsøkjarin hevur lagt við umsóknini. Førleikarnir, ið mettir verða, eru teir somu, sum verða mettir hjá umsøkjarum, ið ikki hava gymnasialt miðnámsprógv (sí niðanfyri).

Ein umsøkjari, ið einans søkir við miðnámsprógvi og ongum øðrum skjalprógvaðum førleikum, skal søkja gjøgnum kvotu 1 uttan mun til, hvat miðalpróvtalið í próvnum er.

Umsøkjarar, ið hava útlendsk miðnámsprógv

Umsøkjarar, ið hava føroysk ella norðurlendsk miðnámsprógv, kunnu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 1 uttan trupulleikar. Umsøkjarar, ið hava prógv, ið eru úr londum uttanfyri norðurlond, skulu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Orsøkin er tann, at hesi prógv skulu sendast til metingar hjá Uddannelses- og Forskningsministeriet í Danmark, so greiða kann fáast á, um prógvið kann javnsetast við eitt norðurlendskt gymnasialt miðnámsprógv. Metingin kann taka drúgva tíð, og tí skal umsøkjarin senda umsóknina til donsku myndugleikarnar í góðari tíð. Umsøkjarin kann senda umsókn um upptøku inn til Setrið, áðrenn prógvið er liðugt mett av donsku myndugleikunum, men viðgerðin av umsóknini kann ikki gerast, fyrr enn metingin er komin frá donsku myndugleikunum. Kann miðalpróvtal roknast út frá metingini hjá donsku myndugleikunum, er umsóknin samstundis eisini at rokna sum ein kvotu 1-umsókn.
Tað er ábyrgdin hjá umsøkjaranum at senda prógv sítt til meting í Danmark og at boða Setrinum frá niðurstøðuni, tá hon er liðug.

Leinki til nærri kunning um at søkja um at fáa mett útlendsk prógv fæst HER.

Umsøkjarar, ið ikki hava gymnasialt miðnámsprógv

Umsøkjarar, ið ikki hava lokið fult gymnasialt miðnámsprógv, kunnu søkja um undantaksloyvi. Tað vil siga, at umsøkjarin søkir um undantaksloyvi frá galdandi upptøkukravi, ið er gymnasialt miðnámsprógv. Hetta verður gjørt gjøgnum kvotu 2.

Umsøkjarin skal skjalprógva, at viðkomandi hevur ognað sær neyðugu førleikarnar at lesa á hægri lærustovni. Umsóknin verður send til ein upptøkubólk, ið metir um samlaðu førleikarnar hjá umsøkjaranum. Í metingini av førleikunum verður dentur lagdur á, at umsøkjarin kann skjalprógva at hava ment sín lestrarførleika innan almennu lærugreinarnar á tílíkan hátt, at hetta – saman við øðrum viðkomandi, skjalprógvaðum førleikum – kann metast at verða javnsett við eina gymnasiala miðnámsútbúgving. Tað vil siga, at umsøkjarin hevur ognað sær bókligar førleikar, ið hava eina ávísa teoretiska dýpd og breidd, umframt at umsøkjarin hevur skrivað eina uppgávu á miðnámsskúlastigi. Hetta verður mett at vera ein fortreyt fyri at kunna skipa, miðla og ognað sær akademiska vitan á hægri lærustovni.

Metingin tekur støði í fylgjandi førleikum:

  • Fakliga viðkomandi útbúgvingarroyndir eftir fólkaskúla, t.d. yrkisútbúgving, partar av gymnasialari miðnámsútbúgving ella miðallong hægri útbúgving ella partar av henni, sum t.d. professionsbachelorútbúgving
  • Úrslit frá minst fýra almennum lærugreinum á miðnámsskúlastigi, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, har minst ein lærugrein er á A-stigi og minst tvær á B-stigi. Almennar lærugreinar eru t.d. føroyskt, enskt, søga, støddfrøði og samfelagsfrøði
  • Størri skrivligar uppgávur á miðnámsskúlastigi, sum t.d. høvuðsuppgáva, bachelorritgerð ella onnur størri skrivlig uppgáva
  • Skjalprógvaðar starvsroyndir, ið verða mettar at vera serliga viðkomandi fyri útbúgvingina
  • Aðrar royndir ella førleikar, ið eru góður førningur, tá lisið verður á einum hægri lærustovni

Undantøk verða ikki givin, tá talan einans er um starvsroyndir ella einans  yrkisútbúgving ella einans partar av gymnasialari miðnámsútbúgving.