Umsóknarbløð 2017

Her eru umsóknarbløð til útbúgvingar á Setrinum

Frá 1. mars 2017 ber til at søkja um upptøku til bachelorútbúgvingar og hjánám við e-umsóknarblað okkara, ið tú finnur HER.

Leiðbeiningar eru til umsóknarbløðini, og mæla vit tær til at lesa vegleiðingina væl og virðiliga ígjøgnum, áðrenn tú fyllir umsóknina út, m.a. tí tú mást vita, hvørji skjøl tú mást hava klár, meðan tú fyllir umsóknarblaðið út.

Leiðbeiningin finst eisini inni á e-umsóknarblaðnum.

Um tú ikki hevur møguleika at søkja elektroniskt, so ber til at taka niður umsóknarbløð. Sí leinki í myndavalinum til høgru.

Skjalið "Váttan frá arbeiðsgevara" kann takast niður HER.