Umsóknarfreistir til bachelorútugvingar og hjánám

Nærri kunning

Hevur tú eitt miðalpróvtal á tíni miðnámsskúlaútbúgving, sum lýkur krøvini til upptøku, kanst tú søkja inn á bachelorútbúgvingar ella hjánám á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 1 skipanini.

Men hevur tú eitt miðalpróvtal á tíni miðnámsskúlaútbúgving, sum IKKI lýkur krøvini til upptøku eftir kvotu 1 skipanini, kanst tú søkja eftir kvotu 2 skipanini, har møguleiki er fyri at fáa góðskrivað arbeiðsroyndir og aðrar royndir viðkomandi fyri útbúgvingina.

Ert tú í iva, um tú skalt søkja inn eftir kvotu 1 ella kvotu 2 skipanini, kanst tú lesa meira um ymisku krøvini HER.

Vilt tú heldur ráðføra teg við onkran, ber eisini til at seta seg í samband við lestrarvegleiðarnar á Fróðskaparsetrinum at fáa svar. Nærri fæst at vita um, hvørjir lestrarvegleiðararnir eru, HER.

Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2018 á midnátt.

Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2018 á midnátt.

Kvotu 1 umsóknarblað, umframt vegleiðing til kvotu 1 umsóknarblaðið fæst HER.

Kvotu 2 umsóknarblað, umframt vegleiðing til kvotu 2 umsóknarblaðið, fæst HER.

Boð um upptøkuna (fyri bæði kvotu 1 og 2) verða send til umsøkjararnar í seinasta lagi mikudagin 11. juli 2018.

Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, verður send til lestur(a)setur.fo og skal vera móttikin í seinasta lagi mikudagin 1. august 2018.

Lestrarhálvan byrjar mánadagin 20. august í 2018 við felags innleiðsludegi fyri øllum nýggjum lesandi.

Til tíðir eru útbúgvingar, ið bjóða tøk pláss, tí ikki nóg nógvir umsøkjarar vóru til útbúvingina. Hetta merkir, at tú kanst søkja inn á hesar útbúgvingar, sjálvt um vanliga umsóknarfreistin er farin. Fyrst í august lýsa vit við, hvørjar útbúgvingar hava tøk lestrarpláss.

Upptøkutreytirnar til tøku lestrarplássini eru tær somu sum til vanligu umsóknarfreistina.