Útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Setrinum

Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelorprógv, eru universitetsútbúgvingar.

Til ber at lesa bæði á bachelor- og á masterstigi á Setrinum. Hevur ein áhuga í at útbúgva seg víðari eftir bachelor-útbúgvingina, hevur ein møguleika fyri at lesa víðari á Setrinum ella at taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands.

Eisini er møguleiki at lesa Ph.d. eftir lokið masterprógv - ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.

Trýst á leinkini í myndavalinum til høgru fyri at fáa meira at vita um tær einstøku útbúgvingarnar, sum eru í boði á Setrinum.