Námsvísindadeildin

Eftirútbúgving 2018-2019

Við støði í § 6 í Ll. nr 58 frá 9.juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, í Kunngerð nr 83 frá 15. juni 2012 um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum og í Kunngerð nr. 140 frá 13. november 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, skipar Fróðskaparsetur Føroya/Námsvísindadeildin fyri hesum eftirútbúgvingum lestrarárið 2018-2019:

  1. Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
  2. Ískoytisútbúgving til bachelor ( B.Ed.) fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

Tilmelding 

Tilmelding skal vera skrivlig. Umsóknarblað til endamálið er til taks á heimasíðu setursins og skal sendast teldutøkt til lestur@setur.fo

Um skúli ella stovnur gjalda skeiðsútreiðslurnar, skal skúla-/stovnsleiðslan vátta tilmeldingina.

Í ivamálum ber til at venda sær til okkum á teldupostinum lestur@setur.fo

Skeiðstekning verður roknað at vera bindandi. Eru avboð, eiga tey beinanvegin at verða fráboðað. Fróðskaparsetrið skilar sær rætt til at avlýsa fráboðað skeið vegna vantandi undirtøku.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 6. apríl 2018.

Nakrar dagar eftir tekningarfreistina fáa allir luttakarar skrivliga at vita, annaðhvørt teir eru tiknir við á skeið ella ikki. Skeiðsfráboðan verður send luttakarunum við telduposti.

Øll boð og kunning um skeiðið verða givin við telduposti.
 

Luttakarar fáa skeiðsprógv, tá ið skeiðið er lokið.

Kostnaður

Fyri hvørt modulið í ískoytisútbúgvingini til bachelor verður kravt eitt skeiðsgjald á kr. 7000.

Kostnaðurin fyri luttøku í linjugreinalestrinum er kr. 200 pr/ECTS.

Rokning fyri skeiðsgjald verður send luttakarunum, og kravt verður, at rokningin er goldin, áðrenn skeiðið byrjar.

Umsóknir skulu sendast til lestur(at)setur.fo