Eftirútbúgvingartilboð

Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og lærarar skúlaárið 2018-2019

Lestrarárið 2018 – 2019 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar.  Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar.

Linjugreinarnar, sum telja millum 30 og 45 ECTS, eru vanliga býttar upp skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av. Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann tó verða avmarkað vegna plásstrot. Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ECTS.

Lestrarárið 2018-2019 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar:

  • Enskt, Danskt, Tónleikur, Smíð, Samfelagsfrøði og søgudidaktikkur, Lívfrøði, Støddfrøði

Fyri námsfrøðingar:

  • Smábarnafrøði, Heilsa, kroppur og rørsla, Kreativt námsfrøðiligt virksemi

Fyri lærarar og námsfrøðingar:

  • Skúlabúgving/innskúling, sernámsfrøði

Umsóknarfreist er 6. apríl 2018

Umsóknarblað fæst HER