Ískoytisútbúgving

fyri sjúkrarøktarfrøðingar við eldri útbúgvingum

Við heimild í Løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 og uppskoti til kunngerð um ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði byrjaði ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði í september 2008 á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, seinni á Setrinum.

Gevið gætur: Seinasta upptøka til útbúgvingina verður í 2017.

Útbúgvingin fevnir um 3 eindir:

  • Eind 1 - Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði
  • Eind 2 - Klinisk vegleiðaraútbúgving
  • Eind 3 - Bachelorritgerð

Umsóknarfreist er 14. august 2017

Umsóknarblað kann takast niður HER.

Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði

Ábyrgd:
Annemi Joensen

ECTS: 
10

Fortreytir: 
Miðallong heilsufaklig framhaldsútbúgving

Støði: 
Bachelor

Endamál: 
Ætlanin við skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í vísindaligar tilgongdir til egið heilsufakligt yrki, og at tey menna akademiskan førleika at fara undir eina bachelorritgerð.

Innihald:

Vísindaástøði Góðska og góðskumenning í heilsuverkinum Verkætlanararbeiði Gransking og granskingarháttalagsfrøði
3 ECTS 1 ECTS 2 ECTS 4 ECTS
Vísindaástøði Góðska Grundstøðislutir í verkætlanararbeiði Háttalagsfrøði
Heilsuvísindi Góðskutilgongd Próvførðsluástøði Kvalitativ tilgongd :
Hugvísindi Góðskumenning Tekstgreining Tilgongdir innan hugvísindaliga gransking
Samfelagsvísindi Skjalfesting Bókmentaleiting Kvantitativ tilgongd:
Náttúruvísindi Evidenshugtakið   Epidemiologi og hagfrøði
  Háttaløg    
  Sett góðskukrøv    

Læru- og undirvísingarhættir: 
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.

Undirvísingardagarnir eru:
Vika 36 – 4. til 8. september
Vika 38 – 21. og 22. september
Vika 40 – 5. og 6. oktober
Vika 42 – 19. og 20. oktober
Vika 44 – 2. og 3. november
Vika 46 – 16. og 17. november
Vika 48 – 30. november og 1. desember

Undirvísingarskrá kemur seinni.

Læruúrtøka: 
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:

  • leita eftir greinum á vísindaligum dátugrunnum
  • greiða frá skipaðu leitisøguni
  • greiða frá vísindaligum hugtøkum og háttaløgum, ið eru nýtt innan heilsuvísindaliga gransking
  • meta vísindaliga grein
  • miðla kanningarúrslit
  • skriva uppgávu á akademiskum stigi
  • staðfesta og skipa egnu læring innan vísindaástøði og háttalagsfrøði
  • reflektera yvir spurdómar innan heilsufakliga gransking

Próvdøming: 
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva. Próvtøkan er innanhýsis. Metingin er staðið/ikki staðið.

Próvtøku uppgávan skal latast inn fríggjadagin 15. desember 2017

Prísur: 
Prísur fyri skeiðið er 5.000 kr.
 

Kliniskt vegleiðaraskeið

Kliniska vegleiðaraútbúgvingin er evnað til í samsvari við donsku kunngerðina um útbúgving av kliniskum vegleiðarum til tær miðallongu framhaldandi heilsuútbúgvingarnar, kunngerð nr. 497 frá 20/06/2002.

Gevið gætur: Skeiðið verður boðið út á várið 2018

Endamál: 

  • At lesandi mennir sín førleika sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/eftirmetari innan kliniska útbúgvingarpartin

Innihald:

  • Læruástøði og lærutilgongdir
  • Læruumhvørvi
  • Læruhættir og vegleiðing
  • Eftirmeting og meting
  • Verkætlanarfrágreiðing

Undirvísing:

  • Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak, bólkaarbeiði og framløgur
     

Nærri upplýsingar:

  • kunnu eisini fáast við at venda sær til Annemi Joensen

annemij@setur.fo  ella á telefon 292263.

Bachelorritgerð

Skeiðið verður boðið út á heystið 2018. Nærri kunning kemur.