Ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøktarfrøði

Skeiðslisti

8902.14

Endurmenning í mun til diabetes mellitus.

Ætlanin er, at lesandi økja vitan um og skil fyri diabetes mellitus og fylgisjúkur, sum grundarlag fyri heilsufremjandi, fyribyrgjandi og viðgerandi sjúkrarøkt. Ætlanin er eisini, at lesandi menna skil fyri og hegni í at veita vegleiðing og sjúklingaútbúgving við støði í tí einkulta sjúklinginum.

8980.18

Klinisk vegleiðaraútbúgving

Ætlanin við skeiðinum er, at lesandi mennir førleika at miðla uppgávuúrslit

8981.18

Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði

Endamálið við skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í vísindaástøðiligar tilgongdir og granskingarháttaløg til egið heilsufakligt yrki. At lesandi menna akademiskan førleika.

8995.13

Bachelorritgerð

Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor er at geva heilsustarvsfólki við miðallangari útbúgving, ið eru útbúgvin eftir eldri lógum, møguleika til at uppstiga eldru útbúgvingina til bachelor. Ískoytisútbúgvingin skal geva teimum lesandi ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig háttaløg og evnir til eftir lokna útbúgving at: 1) menna sjúkrarøkt og útinna dygdar- og menningararbeiði og haraftrat fylgja, gera nýtslu av og taka lut í granskingar arbeiði á heilsuøkinum og 2) halda fram í ástøðiligum og kliniskum førleikagevandi framhaldslestri, umframt akademiskari framhaldsútbúgving

8995.18

Bachelorritgerð

Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor er at geva sjúkrarøktarfrøðingum og heilsustarvsfólki við aðrari heilsufakligari miðallangari útbúgving, ið eru útbúgvin eftir eldri lógum, møguleika til at uppstiga eldru útbúgvingina til bachelor. Ískoytisútbúgvingin skal eisini geva teimum lesandi ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig háttaløg og evnir til eftir lokna útbúgving at: - menna kliniska praksis og útinna dygdar- og menningararbeiði - fylgja, gera nýtslu av og luttaka í granskingararbeiði á heilsuøkinum - halda fram í ástøðiligum og kliniskum førleikagevandi framhaldslestri, umframt akademiskari framhaldsútbúgving

8996.13

Kliniskt vegleiðaraskeið

Endamálið við útbúgvingini er, at lesandi mennir sín førleika sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/metari í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum, og menna kliniskan undirvísingar- og vegleiðaraprofessionalitet

8996.16

Klinisk vegleiðaraútbúgving

Ætlanin við skeiðinum er, at lesandi mennir sín førleika at fyriskipa, vegleiða, undirvísa og próvdøma/meta í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum.

8997.11

Gerontologi

Endamálið er at lesandi fær innlit í, metur um og nýtir nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá vit eldast, og før fyri at grundgeva fyri tiltøkum til eldri borgarar út frá vísindaligum kanningum

8998.11

Útbúgving til kliniskan vegleiðara

Endamálið við útbúgvingini er, at lesandi mennir sín førleika sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/metari í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum, og menna kliniskan undirvísingar- og vegleiðaraprofessionalitet

8999.13

Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði

Ætlanin við skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í vísindaligar tilgongdir til egið heilsufakligt yrki, og at tey menna akademiskan førleika at fara undir eina bachelorritgerð.