Stakgreinalestur

Stakgreinalesandi eru lesandi, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum/skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur. Útbúgvingarnar eru settar saman av skeiðum, og tí ber til at tekna seg til tey einstøku skeiðini og taka prógv í teimum. Talan er um stakskeið, ið verða bjóðað út sum partar av útbúgvingunum á Setrinum, har stakgreinalesandi kunnu verða tikin upp, um pláss er á skeiðinum. Harumframt eru gjaldsskeið, sum verða bjóðaði út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.

Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja eftirútbúgva seg, ella vilja vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.

Fyritreyt fyri upptøku

Fyritreytin fyri upptøku er, at umsøkjari lýkur upptøkukrøvini. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Serstøk førleikakrøv eru til hvørja lærugrein sær.

Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum. Skriva ella ring til deildina, har skeiðið verður hildið, at hoyra nærri um undantaksreglurnar. Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum niðast á síðuni. 

Gjald  fyri skeið

Talan er um gjaldsskeið. Gjaldið fyri tøk pláss er 200 kr./ECTS. Fyri gjaldsskeið er kostnaðurin 6.000 kr. fyri skeiðið. Skeiðsgjaldið verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsgjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting.

Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda. 

Søkt verður um upptøku til stakgreinalestur við serligum umsóknarblað, sum fæst við at venda sær til deildina, har skeiðið verður hildið. Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum niðast á síðuni. 

Fá meira at vita

Set teg í samband við okkum og fá nærri at vita. Tú ert vælkomin inn á gólvið á deildini, at ringja ella at senda teldupost. Sí telefonnummur og teldupostadressur hjá deildunum niðast á síðuni.  

Les meira um skeiðini, sum boðin verða út við at trýsta á leinkini til høgru.