Stakgreinalestur

á Føroyamálsdeildini

Stakgreinalesandi eru studentar, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum/skeiðum, uttan at vera innskrivaðir til fullan lestur.

Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum aðrir studentar.  

Sí námsskipanina hjá Føroyamálsdeildini, bls.10 og 34.

Gjald fyri stakgreinalestur er 200 DKK/ECTS.