B.A. í føroyskum - Mál og bókmentir

Bachelor of Arts in Faroese Language and Literature

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt B.A., í Føroyskum
  • Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbs gøtu 16, Tórshavn
  • Føroyamálsdeildin verður eisini stytt FMD
  • Umleið 25 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Studenturin fær grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í føroyskum tekur trý ár; nøkur skeið eru kravd og nøkur kanst tú velja eftir egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

Tey kravdu skeiðini eru hesi

  1. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Bókmentagreining, Bókmentasøga I, Ljóð- og formlæra og eitt norðurlendskt mál, sum deildin velur frá ferð til ferð. Hesi norðurlendsku mál skeiðini eru 15 tímar hvørt.
  2. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Norrønt, Málsøga og Bókmentasøga II.
  3. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Vísindaástøði, Bókmentafrøði, Setninga- og merkingarfrøði, Samskifti og fjølmiðlar og eitt norðurlendskt mál.

Tá ið tey kravdu skeiðini eru lokin eftir triðju lestrarhálvu, fert tú undir tey valfríu skeiðini. Hetta er seinni partur av lestrinum, har tú velur skeið eftir egnum áhuga. Tann seinni parturin tekur hálvtannað ár eins og fyrri partur.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lestrarhálva

Bókmenta-greining

10 ECTS

Norrønt

10 ECTS

Vísinda-
ástøði

10 ECTS

Vallærugreinir
30 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS

BA-ritgerð
20 ECTS +
Vallærugrein 10 ECTS

Ljóð- og formlæra

10 ECTS

Málsøga

8 ECTS

Bókmenta-frøði

5 ECTS

     

Bókmentasøga I

10 ECTS

Bókmenta-søga II

10 ECTS

Setninga- og

merkingarfrøði

8 ECTS

     

Norðurlendsk mál 1)

2 ECTS

 

Samskifti og fjølmiðlar

5 ECTS

     
   

Norðurlendsk mál

2 ECTS

     

Vallærugreinir á BA verða undirvístar saman við MA. Hesi skeið eru ymisk frá hálvu til hálvu. Hesi skeið kunnu vera Týðingarfrøði, Politiska skaldsøgan ella Tvímæli.


1) Studenturin skal til samans taka 2 norðurlendsk mál, ið eru 2 ECTS hvørt.. Deildin velur, hvørjum málum undirvíst verður í frá ferð til ferð.

Innihald

Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í tveimum norðurlandamálum við høvuðsdenti á málsøgu.

Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra og setninga- og merkingarfrøði.

Ein týðandi partur í hesi útbúgving er at sammeta føroyskt við onnur norðurlandamál, og tí lærir tú eisini um tey.

Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák, og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókmentir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.

Umframt málsligar og bókmentaligar lærugreinir fært tú skeið í vísindaástøði og samskifti og fjølmiðlum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við í minsta lagi 5,8 í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella 8 eftir 13-talsstiganum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

BA í føroyskum gevur spennandi starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmál og bókmentir er neyðugur, t.d. innan miðlar, fyrisiting, granskingarstovnar og í undirvísing.

Útbúgvingin gevur grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi arbeiðsøkjum, har góðir málsligir førleikar og innlit í bókmentasøgu eru neyðug, t.d. í miðlunum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Við B.A.-prógvi í føroyskum kanst tú søkja um upptøku á MA. Treytin er, at tú hevur minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum..

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til lestrarvegleiðingina: bardurr(a)setur.fo, ella við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarisH(at)setur.fo