B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í námsfrøðiligum arbeiði

Skeiðslisti

7020.16

Lívsáskoðan og siðalæra

Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum stovnum, námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar á føroyskum dagstovnum, o. líkn

7021.17

Lívsáskoðan og siðalæra

Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum stovnum, námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar á føroyskum dagstovnum, o. líkn

7031.16

Vísindaástøði

Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði og vísindasøgu, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðilgia økinum, og at tey skilja grundtættir í kvantitativari og kvalitativari gransking.

7031.17

Vísindaástøði, námsfr.

Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey skilja grundtættir í kvantitativari og kvalitativari gransking.

7118.16

Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, námsfrøðingar

Málið við skeiðinum er býtt í fýra: 1. Samleiki: tann lesandi skal fáa innlit í týdningin, sum góð máltøka og góður málførleiki hevur fyri samleikamenning, og at føroyskt mál er við til at seta orð á teg sjálva/n sum einstakling, sum part av sosialum felagsskapi, sum føroying og altjóðaborgara 2. Mentan: tann lesandi skal ogna sær kunnleika um, at mentanin er við til at skapa einstaklingin sum persón í sosialum felagsskapi 3. Vitan: tann lesandi skal gerast tilvitaður um, at frásøgu- og samskiftishegnið er grundarlag undir allari menningar- og vitanartilognan 4. Samskifti: tann lesandi skal munnliga og skrivliga kunna samskifta neyvt og fakliga, í uppalingarstøðum og sum einstaklingur í øllum samskiftisstøðum

7119.17

Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar

Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning og samleika einstaklingsins sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.

7132.16

Námsfrøðilig sálarfrøði fyri námsfrøðingar

Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru viðkomandi í arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskum málbólkum, t.d. børn, ung og vaksin. Tey fáaholla vitan um, hvat eyðkennir menning og læring hjá menniskjum og læra at kjakast við støði í ymiskum sálarfrøðiligum ástøði um, hvussu menniskju kunnu stimbrast, motiverast og mennast.

7133.17

Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfr.

Endamálið við skeiðinum er: • at tann lesandi nemur sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði. • at tann lesandi fer at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindi, ið eru viðkomandi fyri arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskar bólkar av menniskjum. • at tann lesandi fær eina fatan av ymiskum hugtøkunum út frá ymiskum ástøðiligum perspektivum. • at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um, hvussu menniskju læra og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast. • at tann lesandi lærir seg at reflektera yvir ymisk ástøði.

7145.17

Námsfrøði og frálærufrøði - ástøðiligur partur I

Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um og innlit í námsfrøðina sum fakøkið, har undirvíst verður í lógarkarmum á námsfrøðiliga økinum. At tann lesandi lærir at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á stovnum og til virksemi, sum hevur við børn og ung at gera.

7146.17

Námsfrøði og frálærufrøði - verkligur partur II

Endamálið við skeiðnum er at tey lesandi fara í starvslæru at nema sær kunnleika um námsfrøðiliga arbeiðsøkið. Í starvslæruni skulu tey lesandi: 1. ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum á dagstovnaøkinum, 2. menna førleikar at skipa námsfrøðiligt frálæruvirksemi, har ástøði og praksis verður samantvinna og 3. eftirmeta starvslæruna.

7147.17

Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur

Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi lærdóm innan námsfrøði, og at tey læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu og frítíðarskúla.